Í dag avdúkaði evropeiska felagið Airbus sítt nýggja flaggskip A380, sum er ein dupultdekkari, sum fer at koppa Boing av tindinum.
Gongst sum ætlað, verður nýggja A380 flogfarið klárt at seta í rutu næsta ár.
Hetta verður nýggi stoltleikin hjá evropeiska flogídnaðinum, sum fekk ein framman á, tá ið Concorde varð tikin úr flúgving.
Til hátíðarhaldið í dag vóru millum mongu gestirnar Tony Blair, Jacques Chirac og Gerhard Schroeder. Teir kundu allir frøast, tí flogfarið er bygt saman av lutum, sum eru framleiddir í Týsklandi, Bretlandi, Fraklandi og Spania.
Boing koppað
Boing, sum hevur framleitt heimsins størstu flogfør tey seinastu 30 árini, trektu seg út úr kappingini í 2001 um at hava størsta framtíðarflogfarið, tí verður Airbus A380 einaráðandi í framtíðini, sum risin í luftini.
Við hesum nýggja flogfarinum, verður møguligt at fáa eitt higartil óhugsandi tænastustøði í luftini. Eitt av mongu hugskotunum hjá flogfeløgum, er m.a. at geva gestunum møguleika at sova í dupultsong ímeðan flogið verður ein langan og drúgvan túr. Eisini fimleikarúm og barrir eru nevnd sum møgulig tilboð til ferðandi.
Til samanberingar kann nevnast, at Boing 747 hevur 50% minni gólvpláss enn A380. Men sjálvt um A380 verður tað størsta flogfarið á flogi, fer tað tað brenna minni pr. setur enn onnur flogfør, tí strong atlit eru tikin til umhvørvið.




