Tað er annars KJ Hydraulik á Kambsdali sum stendur sum høvuðus arbeiðstakari nú nýggja Skúvoyarferjan skal umvælast, og Tummas LervigProsjektleiðari frá KJ-Hydraulik fegnast um at arbeiði verður gjørt í tøttum samstarvið millum fyritøkur í Eysturoynni og Norðoyggjum.

– Vit frá KJ-Hydraulik standa sum høvuðsarbeiðstakarar, men arbeiði skal gerast av fleiri ymiskum fyritøkum. Í hesum føri er KSS í Klaksvík ein undirveitari hjá okkum og Sildberin kemur at standa á Klaksvíkar Sleipistøð. Harafturat kann eg nevna at P/F Sandblástur skal standa fyri sandblásingini, EL-SERVICE ger el-arbeiði og Kári Jóhannesen timburarbeiði.
– Játtaðar eru 3,9 mió. kr. til arbeiði men í løtuni verður kannað av Strandferðsluni um meirjáttan fyri møguleikanum at skifta motoranir út. Tað er sera spennandi at verða í einum tøttum samstarvið við aðrar fyritøkur og sum samstarvið hevur verið higartil er møguleiki at brúka sama konsept til aðrar og størri verkætlanir.