Stálarbeiðið sum higartil er gjørt, er gjørt í Ukarine og hagani bleiv skipið sleipað til Kirkenes í Norðurnoregi.
Mánadagin í vikuni kom nýggi Skálaberg at bryggju í Kirkenes. Heimildarfólk okkara har yviri siga fyri Norðlýsinum, at skipið sær gott út og virkar sterkt og trivaliga bygt.
Nú Skálaberg er komin til Norðurnoregi, er hann sleipaður heilt til Kirkenes. Tað hevur tikið umleið ein mánaða at sleipa skipið hendan teinin.
Nú skal so Kimek skipasmiðjan í Kirkenes gera skipið liðugt sum tað liggur. Teir sum hava verið umborð siga, at nýggi Skálaberg hevur ikki fingið maskinu ísetta, men at alt tað stóra stálarbeiðið er liðugt og at tað sum higartil er gjørt við skipið sær út til at vera væl úr hondum greitt arbeiði.
Roknað verður við at nýggi Skálaberg skal vera liðugur í mai mánað komandi ár.




