Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi skúlastjórin á fyrireikandi fundi við kommununa og Mentamálaráðið

John William Joensen

– Eg eri sera glaður fyri hendan fyrsta fundin, sum var eyðkendur av tí góða samstarvi sum er millum kommununa, Mentamálaráðið og skúlan. Ætlanir skúlastjórans sampakka sera væl við okkara hugsanir um skúlaskapin í Klaksvík, og vón mín er, at vit í felag skulu megna at skapa ein sera góðan fólkaskúla her í kommununi, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung, Jóhann Lützen.

– Eg eri sera glaður fyri hendan fyrsta fundin, sum var eyðkendur av tí góða samstarvi sum er millum kommununa, Mentamálaráðið og skúlan. Ætlanir skúlastjórans sampakka sera væl við okkara hugsanir um skúlaskapin í Klaksvík, og vón mín er, at vit í felag skulu megna at skapa ein sera góðan fólkaskúla her í kommununi, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung, Jóhann Lützen.

Mánadagin 23. februar 2015 var fyrsti, fyrireikandi fundurin millum kommununa, Mentamálaráðið og nýsetta skúlastjóran fyri samanlagda skúlan í Klaksvík, Vagn Foldbo, sum hevur sín fyrsta starvsdag 1. mars 2015.

Umframt Vagn Foldbo, skúlastjóra, luttók Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, á fundinum, sum var í býráðshúsinum, har Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, tók ímóti saman við umboðum fyri umsitingina.

Fólkaskúlin er ein stovnur, sum bæði Mentamálaráðið og kommunurnar varða av á hvør sínum økjum, og tørvur er tí á best møguligum samstarvi og sínamillum kunning millum hesar báðar partar og skúlan. Júst hetta var endamálið við hesum fyrsta fundinum, sum kommunan hevði tikið stig til.

Kunnaðu og umrøddu aktuell skúlamál

Á fundinum høvdu partarnir eina innleiðandi umrøðu av nøkrum av teimum aktuellu málunum í sambandi við skúlan, sum ikki eru so fá, nú skúlin er í einari broytingartíð, bæði tá ið tað snýr seg um bygnað og um bygningar.

Í sambandi við víðari tilgongdina, nú nýggi skúlastjórin byrjar í starvinum, varð umrøtt, hvussu samstarvið millum kommunu, aðalráð og skúla, yvirskipað sæð, best verður lagt tilrættis, hvønn leiklut skal/kann kommunan hava.

Onnur mál, sum eru aktuell hesa fyrstu, komandi tíðina, er navn og búmerki til samanlagda skúlan, skipan av skúlastýri fyri samanlagda skúlan, góðkenning av fyribilshølunum til skúlan, meðan nýggi skúlin verður bygdur, og hølisviðurskiftini til Valskúlan, sum fevnir um 10. flokkarnar.

At enda á fundinum fingu fundarluttakararnir eina innleiðandi kunning frá Svend Sivertsen, arkitekti hjá Fuglark, um skúlabyggingina, fyriliggjandi tekningar og tilgongdina higartil.

Spennandi og avbjóðandi framtíð

– Vón og ynski okkara er at geva Vagn Foldbo best møguligar fortreytir fyri at røkja starvið sum skúlastjóri fyri hendan stóra, samanlagda skúlan, og har er samstarv eitt av lyklaorðunum, sigur Jóhann Lützen.

– Eg eri sera glaður fyri hendan fyrsta fundin, sum var eyðkendur av tí góða samstarvi sum er millum kommununa, Mentamálaráðið og skúlan. Ætlanir skúlastjórans sampakka sera væl við okkara hugsanir um skúlaskapin í Klaksvík, og vón mín er, at vit í felag skulu megna at skapa ein sera góðan fólkaskúla her í kommununi, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung.