Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi skúlin er størsta íløgan komandi árini

Nordlysid

– Børn og ung skulu hava bestu karmar at mennast í, og tí er fólkaskúlin eitt øki, sum vit fara at raðfesta høgt í nevndararbeiðnum, sigur Jóhann Lützen, formaður í “Trivnaðarnevndini Børn og Ung”.

– Børnog ung skulu hava bestu karmar at mennast í, og tí er fólkaskúlin eitt øki, sumvit fara at raðfesta høgt í nevndararbeiðnum, sigur Jóhann Lützen, formaður í“Trivnaðarnevndini Børn og Ung”.

 

– Vithava longu samtykt ein barnalætta, og nú er túrurin komin til skúlan.

 

– Býráðssamgonganhevur sett sær fyri at gera íløgur í menniskjuni. Vit hava longu sæð fyrstuúrslitini av hesum við nýggja barnalættanum, sum fólk fara at byrja at merkja íkomandi ári.

 

Nýggi skúlin liðugur í2017

 

– 2014verður eisini árið, tá ið byggingin av nýggjum skúla fer í gongd, sum skaltryggja bæði børnum og ungum og lærarum okkara fyrstafloks umstøður í okkarakommunu.

 

– Egfegnist um, at tað er eydnast okkum, í uppskotinum til íløguætlan fyri komandiárini, at seta av til bygging av nýggjum skúla, og longu í komandi ári erpeningur settur av til at byrja arbeiðið.

 

Barna- ogungdómspolitikkur

– Eintýðandi táttur í arbeiðnum hjá einum og hvørjum fólkavaldum stýri er at útvegaviðkomandi vitan um borgararnar, soleiðis at býráðið kann taka væl grundaðaravgerðir í einum og hvørjum máli.

 

– Áhesum øki hava vit byrja granskingararbeiði innan vanar hjá ungdóminum. Eittáhugavert samstarv við Ísland, sum ætlanin er at byggja út í komandi tíð, sigurJóhann Lützen.

 

– Kommunanmá gera sær nakrar tankar um, hvussu hon vil fáa sínar borgarar at trívast ogmennast. Tí vilja vit sum býráð eisini orða ein barna- og ungdómspolitikk.

 

– Sjøtuler settur á arbeiðið við jørðildi í teimum, sum búleikast her saman við okkaradugnaligu fakfólkum á økinum. Tað hevur stóran týdning, at tey ungu verða tikinvið upp á ráð í arbeiðnum, soleiðis at tey verða við til at mynda sín egnaungdómspolitikk.

 

– Herverða nógvir grundleggjandi spurningar at taka støðu til, og eg síggi fram til,at vit í Klaksvíkar Kommunu hava ein liðugt orðaðan barna- og ungdómspolitikk ásumri í 2014, sigur Jóhann Lützen, sum erformaður í nýggju Trivnaðarnevndin Børn og Ung.

 

Fakta um nýggju nevndina:

Nýggja “TrivnaðarnevndinBørn & Ung” skal m.a. umsita hesi øki: *fólkaskúlin, *serskúlin, *ungdómur,*námsfrøðilig ráðgeving, *barnavernd, *barnaheilsufrøðingar, *barnatannrøkt,*barnaansing v.m.

 

Her er stóra broytingintann, at fólkaskúlin er fluttur til málsøkið “Børn & Ung”.

 

Í nevndini sita: Jóhann Lützen,formaður, Signhild V. Johannesen, næstforkvinna, Kristian Eli Zachariassen,Eyðstein Ó. Poulsen og Herfrí J. Sørensen.