– Tá ið avgerðin um ein skúla fyrilá, lat hetta upp fyri at savna skúlaskapin í Klaksvík í eina samanrunna skúlaheild, og tað er júst tað, sum nú fyriliggur í hesum skipanaruppskotinum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.
– Tá ið avgerðin um einskúla fyrilá, lat hetta upp fyri at savna skúlaskapin í Klaksvík í einasamanrunna skúlaheild, og tað er júst tað, sum nú fyriliggur í hesumskipanaruppskotinum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.
Á býráðsfundinum hóskvøldið 11. desember 2014samtykti býráðið einmælt at taka undir við skipanaruppskotinum fyri bygging avnýggjum, samanløgdum skúla í Klaksvík.
Fjøltáttaðir undirvísingarmøguleikar
– Við hesum fáa vit ein framúr vakran og arbeiðsliganskúla, sum vit øll í kommununi kunnu vera errin av, sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri.
– Hesin skúlin fer at lúka øll krøv, sum nútíðinsetir, har vit bæði byggja til nútíð og framtíð, og har latið verður upp fyriat skipa undirvísingina á ymsan hátt.
Nýggir møguleikar
– Tá ið avgerðin um ein skúla fyrilá, lat hetta uppfyri at savna skúlaskapin í Klaksvík í eina samanrunna skúlaheild, og tað erjúst tað, sum nú fyriliggur í hesum skipanaruppskotinum, sum eitt einmælt býráðtók undir við hóskvøldið, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndinibørn og ung.
– Henda samanbygging letur upp fyri nýggjummøguleikum og nýggjum hugsunarhátti, har vit nú hava skapt eitt grundarlag fyrigóðum og nútímans umstøðum til matarhøll, bókasavn, amfi-pall til leiklist ogtónleik v.m., skúlakøk. serøki o.s.fr.
– Samanlagdi skúlin verður skipaður í grunddeild,miðdeild og framhaldsdeild, har tær nýggju stovurnar verða rúmligari enn tað,vit higartil hava havt. Og sjálvsagt eru eisini tey við serligum avbjóðingumein partur av hesari skúlabygging, staðfestir trivnaðarnevndarformaðurin.
Breið undirtøka
– Hetta málið vísir, hvussu nógv vit kunnu fáaburturúr við at lyfta í felag við allar partar, sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri.
– Heilt frá byrjan í hesari tilgongdini løgdu vitokkum eftir, at avgerðin um skúlabygnaðin skuldi byggja á eina fólkaræðisligatilgongd, har allir viðkomandi partar fingu høvi at siga sína hugsan.
– Eisini hava vit í hesum máli havt eitt sera gottsamstarv við Mentamálaráðið, sum er okkara yvirskipaði skúlamyndugleiki viðservitan innan hetta málsøkið, og tað vil eg fegin takka teimum fyri.
– Vit fegnast um ta breiðu undirtøku, sum hettatýðandi málið eisini fekk á býráðsfundinum hóskvøldið, har býráðið einmæltsamtykti skipanaruppskotið, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Kunna um verkætlanina
– Ein stór tøkk skal fara til limirnar íbyggibólkinum, býráðsumsitingina og Fuglark fyri teirra nærlagni og virkisfýsnií hesum arbeiði sigur Jóhann Lützen, sum eisini er formaður í byggibólkinum.
– Fyrst í komandi viku fara vit at leggja samtyktaskipanaruppskotið fram fyri stýri, leiðslu, lærarar og starvsfólk innanskúlaverkið, og síðani verður eisini kunnað alment um hesa stóru ogtýdningarmiklu verkætlan.
– Heilt frá byrjan settu vit okkum fyri, at byrjastskuldi upp á byggiarbeiðið seint í hesum árinum, og ætlanin er nú í komandiviku at gera eina almenna staðfesting av hesari skúlabygging við at seta fyrstaspakan í arbeiðið við skúlagarði.
– Samstundis verður arbeitt víðari við at fyrireikabyggingina av bygningunum, har byggiarbeiðið eftir løgdu tíðarætlanini byrjar íkomandi ári.




