Hóast sagt verður at nýggja politiskasemjan er ein leiðsla, ístaðin fyri tríggjar leiðslur, so er hetta skeivt. Tí sambært politisku semjuni fær nýggi Sjúkrahússtjórin einki vald yvir teimum trimum sjúkrahúsunum.
Hóast sagt verður at nýggja politiskasemjan er ein leiðsla, ístaðin fyri tríggjar leiðslur, so er hetta skeivt. Tí sambært politisku semjuni fær nýggi Sjúkrahússtjórin einki vald yvir teimum trimum sjúkrahúsunum.
Verandi avtala sigur, at “ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið verður settur í seinasta lagi 1. januar 2018, sum saman við staðbundnu leiðslunum kemur at mynda framtíðar leiðslurna í sjúkrahúsverkinum.”
Men, síðani verður útgreinað hvørjar heimildir henda ovasta leiðsla hevur . . . . ongar uttan saman við staðbundnu leiðslunum.
Semjan sigur, at vit her norðuri í øllum førum fara at hava:
- akuttmóttøku (sum eg rokni við umfatar skaðastovu)
- kommunulkæknaskipan 1870 í norðurøkinum
- skipaða ortopedi
- samadagsskurðviðgerðir + brokk- og æðraknútaviðgerð
- medisinska viðgerð
- kikarakanningar (fluttar henda vegin)
- uppvenjing av skurðviðgjørdum fólki
- uppvenjing av fólkum við seinheilaskaða og ryggmergskaða
Urologiin verður ikki nevnd, so tað er tí óvist um vit hava mist hana..
Samanumtikið kunnu flestu flokkar óivað taka undir við tí mesta í nýskipanaruppskotinum, men leiðslu spurningurin er framhaldandi eitt heitt epli. Spurningurin verður um tey sum vilja hava ein stjóra ella tey sum vilja hava tríggjar stjórar kunnu liva við hesi politisku semjuni sum liggur á borðinum, tí hon gongur hvørgum partinum á møti. Onkur kallar semjuna eina glíðubreyt til ein stjóra, og tí er framvegis óvist hvussu undirtøkan verður fyri semjuni.




