Trolbáturin, sum P/F Stíggjar letur byggja í Hvide Sande skal latast viðingum 10. mai í komandi ári.
Jóan Jákkup, reiðari á Varðanum sigur, at skrokkurin til nýggja Varðan er bygdur í Gedansk og skipið verður liðugtgjørt í Hvide Sandi. Eftir sáttmálanum skal skipið handast eigaranum 10 mai.
Gamli Varðin er ikki tíðarhóskandi longur til tann fiskiskap vit dríva, so man hevur tvey í at velja, antin at gevast við fiskiskapinum ella eisini at byggja nýtt, og vit valdu tað seinna. Nýggi Varðin kemur í flotan fyri gamla Varðan og Leitið, sum vit eisini eiga.




