Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggir froskmenn í Klaksvík

Oliver Joensen

Klaksvíkar Froskmannafelag hevur ikki verið so virkið seinastu árini, men nú ætla ungir menn aftur at blása lív í felagið.

Fyri stuttum var Norðlýsið í Svimjihøllini og norðuri á Oljukeiini við Keldugil og tók myndir av fimm ungum monnum, ið vóru á froskmannaskeiði, sum Gummibátatænastan skipaði fyri í Klaksvík.
Teir seks sum vóru á skeiði hesaferð vóru: Ørvur Heinesen, Gunnar Andreasen, Louis Poulsen, Gunnar Thomsen, Andras jacobsen, Símun Esmar Vágsá. Gestasvimjarar vóru eisini norðuri á oljukeiini og teir vóru Svend hansen og Lydia Mortensen.
Svend Hansen sigur við Norðlýsið, at tey ungu høvdu hugsa sær, at fingið meira lív í froskmannafelagið aftur.
Tað er hugnalig ítrótt at froskast. Havumhvørvið við Føroyar er sera áhugavert og inni á firðum og fram við strondum í Føroyum er møguleiki fyri at síggja mangt forvitnisligt, harafturat er sýnið undir vatnskorpuni sera gott og tá serstakliga um veturin tá veðrið er gott.
Men, hann, sum hugsar um at froskast, eigur og skal fara á skeið fyrst. Ítróttin er ikki vandamikil um so er at ítróttarmaðurin veit hvat hann kann og ikki kann. Eg kann kanska best samanlíkna tað við at koyra bil, tú ert noyddur at fáa tær eitt sindur av vitan og royndum áður enn tú sjálvur fert at íðka ítróttina. Men hevur tú bert tað vitan sum stutta skeiðið gevur, so ert tú tryggur.
Víðari sigur Svend Hansen, at teir eru nakrir ungir menn, ið hava ætlanir um at kveikja nýtt lív í felagið, og um onkur er, sum hevur hug at hjálpa ella eisini um onkur er sum hevur hug at fáa sær skeið í frosking, so er at venda sær til Svend Hansen.
Froskmannafelagið fer helst í næstum at flyta í hølini í kjallaranum á gomlu politistøðini og ætlanin er at felagið skal útvega sær ein nýggjan kompressara at kroysta luft í fløskurnar hjá froskmonnunum.