Hósdagin fingu fýra kavarar prógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík.
Hósdagin 16.02. fingu 4 OWD-kavara altjóða góðkend kavaraprógv frá
kavaraskúlanum Faroe Dive, í Klaksvík. Næmingarnir hava síðani 03.02.
fingið undirvísing og staðið royndir í ástøði, kaving í svimjihøll og
kaving í sjónum. Fleiri av næmingunum hava verið so væl nøgdir við
kavingina, at teir hava ætlanir um at útbúgva seg meir innan kaving.
Á mynd frá vinstru: Egi G. Danielsen(Strendir), Bárður
Jacobsen(Klaksvík), Emil Biskupstø(Klaksvík), Ingimund A.
Hansen(Fuglafjørður) og Janus Joensen (Instr.) (Klaksvík).




