Looknorth, ið mennir og framleiðir ymiskt úr uppskúmaðum plasti og hørðum, ella sproytustoyptum plasti, hevur nú gjørt íløgu í nýtt framleiðslutól. Fyrsti ordrin til nýggju maskinuna er traysarahúsi til MP Teknik. Looknorth er ein av fyritøkunum sum sýna fram á altjóða fiskivinnumessuni í Klaksvík 9.-11.apríl.
Looknorth, ið mennir og framleiðir ymiskt úr uppskúmaðum plasti og hørðum, ella sproytustoyptum plasti, hevur nú gjørt íløgu í nýtt framleiðslutól. Fyrsti ordrin til nýggju maskinuna er traysarahúsi til MP Teknik.
Árni Skaale, stjóri á Looknorth, sigur, at tey alla tíðina menna plastframleiðsluvirkið Looknorth til broytt og nýggj krøv í samfelagnum. Vit hava lært eitt nú av kreppuni innan alivinnuna fyri árum síðani, at tað kann vera vandamikið hjá einum virki bert at hava eitt bein at standa á. Tí eru vit farnir at framleiða til aðrar vinnugreinar enn bert alivinnuna.
Vit hava mennt virkið til eisini at framleiða til fiskavirkini og til byggivinnuna.
Seinasta íløgan sum vit hava gjørt er í nýggju Battenfeld maskinuna, ið ger virkið ført fyri at framleiða lutir úr hørðum plasti úr 20 gram upp í 110 gram. Maskinan til harðplast, sum vit hava havt í nøkur ár, hevur eitt virkisøki ímillum 200 gram og 2100 gram.
Fyrsta vørueindin, ið er framleidd í nýggju maskinuni er sum sagt húsin til framkomna Traysaran hjá MP teknik, eitt tól, ið teir hava mennt til fiskiflotan, har tað skal gerast lætt at finna eina boyðu aftur. Treysarin er lítil í vavi og lættur, soleiðis at hann kann sita á vanligari stongboyu.
Vit hava framleitt húsan, har sjálvur húsin er úr “tekniskum plasti”, ið hevur íbland av glasfibur í plastinum. hetta ger at sjálvur húsin tolir nógv støt og trýst, imeðan toppurin er úr vanligum plasti.
Árni Skaale sigur, at virkið roynir sjálvt at leitað eftir lutum, ið eins væl kunnu gerast í Føroyum. Við hesum fyri eygað, hava fólk frá Looknorth vitjað ymsar fyritøkur í Føroyum.
Tað sum tó hevði verið hugaligt hjá okkum, hevði verið at onkur eitt nú fekk hugskot um at gera eitthvørt burturúr sildini, sum svimur kring um okkum. Har høvdu vit havt stórar møguleikar at komi við loysnum av ymiskligum íløtum.
Eg kann næstan siga, at vit kunnu framleiða eitthvørt ílat ella einhvønn húsa í hørðum plasti, úr umleið 20 gram upp í 2100 gram.
Fiskivinnan
Til alingina framleiða vit fyrst og fremst gonguristir og búsningar úr hørðum plásti, og til saltfiskavinnuna hornastølpar til 400 og 500 kilo scantainara. Hornastølparnir eru eitt produkt, ið fyrst og fremst verður útflutt. Vit selja hesa vøruna til Íslands og Noregs í stórum nøgdum, nakað hava vit eisini selt til Danmarkar og Kanada.
Eisini framleiðir Looknort EPS (uppskúmað plast) ella tað, sum flestu kenna sum “flamingo”.
Tað er serliga framleiðslan av køssum, sum fyllir stóran part av framleiðsluni hjá virkinum, framleiddir verða EPS kassar úr 3 kilo upp í 200 kilo. Ymisku støddirnar eru 3, 5, 6, 10, 20 og so 200 kilo kassar. Hetta eru standardstøddirnar. Eisini framleiða vit aðrar variantar í hesum vørueindum. Flestu støddirnar fáast tættir ella við dreni.
Til alivinnuna framleiða vit eisini flottilfar at fylla í alirørini úr EPS tilfari.
Byggivinnan
Bjálvingartilfar er tað, vit kunnu bjóða byggivinnuni, og bjálvingartilfarið hjá okkum hevur verið sera væl móttikið í føroysku byggivinnuni.
Á goymslu hava vit tríggjar standard kvalitetir. Teir eru L80H, L120H og L150H. Talið sigur hvussu nógv trykkstyrkin er. L80H er 80 Kpa, ella umleið 8 tons fyri hvønn fermeturin og so fram. Sigast skal tó, at hetta er stutttíðarlast, langtíðarlastin er 30% av hesum talinum, ella fyri L80H unleið 2,4 tons fyri fermeturin.
Í eitt nú L150H eru umleið 5 variantar, nevniliga 25,50,75,100 og 150 mm í tjúgd. Hinar varianarnar hava vit aloftast bara í 100 mm, men vit kunnu tó framleiða teir í nevndu tjúgdunum eisini við ordra.
Tað krevst ein íløga
Árni Skaale, stjóri á Looknorth sigur víðari, at tað krevst sjálvandi ein íløgum farast skal undir eina nýggja framleiðslu í hørðum plásti.
Um ein formur skal gerast til eina nýggja vørueind, so er prísurin fyri formin til ein slíkan húsa sum til Traysaran hjá MP Teknik á leið 80.000 krónur. Men hetta er sjálvandi ein eingangsútreiðsla, so fleiri eindir tú framleiðir, minni verður kostnaðurin fyri formin á hvørji eind. Men tað er klárt, tað er kostbnaðarmikið at gera tann fyrsta.
Bíligasti formurin til størru maskinuna liggur um einar 130.000 krónur. Eg kann til samanberingar nevna, at formurin, sum vit hava gjørt til stólpan kostar okkum um 375.000 krónur.
Looknorth hevur ídag 7 fólk í føstum starvi. Afturat teimum eru fólk, ið arbeiða nakrar tímar um vikuna, sigur Árni Skaale, stjóri at enda.
——
Looknorth verður eisini við á FishFair 9. – 11. apríl 2013




