——
Looknorth, ið mennir og framleiðir ymiskt úr uppskúmaðumplasti og hørðum, ella sproytustoyptum plasti, hevur nú gjørt íløgu í nýttframleiðslutól. Fyrsti ordrin til nýggju maskinuna er traysarahúsi til MPTeknik.
Árni Skaale, stjóri á Looknorth, sigur, at tey alla tíðinamenna plastframleiðsluvirkið Looknorth til broytt og nýggj krøv í samfelagnum.Vit hava lært eitt nú av kreppuni innan alivinnuna fyri árum síðani, at taðkann vera vandamikið hjá einum virki bert at hava eitt bein at standa á. Tí eruvit farnir at framleiða til aðrar vinnugreinar enn bert alivinnuna.
Vit hava mennt virkið til eisini at framleiða tilfiskavirkini og til byggivinnuna.
Seinasta íløgan sum vit hava gjørt er í nýggju Battenfeld maskinuna, ið ger virkið ført fyriat framleiða lutir úr hørðum plasti úr 20 gram upp í 110 gram. Maskinan tilharðplast, sum vit hava havt í nøkur ár, hevur eitt virkisøki ímillum 200 gramog 2100 gram.
Fyrsta vørueindin, ið er framleidd í nýggju maskinuni er sumsagt húsin til framkomna Traysaran hjá MP teknik, eitt tól, ið teir hava mennttil fiskiflotan, har tað skal gerast lætt at finna eina boyðu aftur. Treysariner lítil í vavi og lættur, soleiðis at hann kann sita á vanligari stongboyu.
Vit hava framleitt húsan, har sjálvur húsin er úr”tekniskum plasti”, ið hevur íbland av glasfibur í plastinum. hettager at sjálvur húsin tolir nógv støt og trýst, imeðan toppurin er úr vanligumplasti.
Árni Skaale sigur, at virkið roynir sjálvt at leitað eftir lutum,ið eins væl kunnu gerast í Føroyum. Við hesum fyri eygað, hava fólk fráLooknorth vitjað ymsar fyritøkur í Føroyum.
Tað sum tó hevði verið hugaligt hjá okkum, hevði verið atonkur eitt nú fekk hugskot um at gera eitthvørt burturúr sildini, sum svimurkring um okkum. Har høvdu vit havt stórar møguleikar at komi við loysnum avymiskligum íløtum.
Eg kann næstan siga, at vit kunnu framleiða eitthvørt ílatella einhvønn húsa í hørðum plasti, úr umleið 20 gram upp í 2100 gram.
Fiskivinnan
Til alingina framleiða vit fyrst og fremst gonguristir ogbúsningar úr hørðum plásti, og til saltfiskavinnuna hornastølpar til 400 og 500kilo scantainara. Hornastølparnir eru eitt produkt, ið fyrst og fremst verðurútflutt. Vit selja hesa vøruna til Íslands og Noregs í stórum nøgdum, nakaðhava vit eisini selt til Danmarkar og Kanada.
Eisini framleiðir Looknort EPS (uppskúmað plast) ella tað, sum flestu kenna sum”flamingo”.
Tað er serliga framleiðslan av køssum, sum fyllir stóranpart av framleiðsluni hjá virkinum, framleiddir verða EPS kassar úr 3 kilo uppí 200 kilo. Ymisku støddirnar eru 3, 5, 6, 10, 20 og so 200 kilo kassar. Hettaeru standardstøddirnar. Eisini framleiða vit aðrar variantar í hesumvørueindum. Flestu støddirnar fáast tættir ella við dreni.
Til alivinnuna framleiða vit eisini flottilfar at fylla íalirørini úr EPS tilfari.
Byggivinnan
Bjálvingartilfar er tað, vit kunnu bjóða byggivinnuni, ogbjálvingartilfarið hjá okkum hevur verið sera væl móttikið í føroyskubyggivinnuni.
Á goymslu hava vit tríggjar standard kvalitetir. Teir eruL80H, L120H og L150H. Talið sigur hvussu nógv trykkstyrkin er. L80H er 80 Kpa,ella umleið 8 tons fyri hvønn fermeturin og so fram. Sigast skal tó, at hettaer stutttíðarlast, langtíðarlastin er 30% av hesum talinum, ella fyri L80Hunleið 2,4 tons fyri fermeturin.
Í eitt nú L150H eru umleið 5 variantar, nevniliga25,50,75,100 og 150 mm í tjúgd. Hinar varianarnar hava vit aloftast bara í 100mm, men vit kunnu tó framleiða teir í nevndu tjúgdunum eisini við ordra.
Tað krevst ein íløga
Árni Skaale, stjóri á Looknorth sigur víðari, at tað krevstsjálvandi ein íløgum farast skal undir eina nýggja framleiðslu í hørðum plásti.
Um ein formur skal gerast til eina nýggja vørueind, so erprísurin fyri formin til ein slíkan húsa sum til Traysaran hjá MP Teknik á leið80.000 krónur. Men hetta er sjálvandi ein eingangsútreiðsla, so fleiri eindirtú framleiðir, minni verður kostnaðurin fyri formin á hvørji eind. Men tað erklárt, tað er kostbnaðarmikið at gera tann fyrsta.
Bíligasti formurin til størru maskinuna liggur um einar130.000 krónur. Eg kann til samanberingar nevna, at formurin, sum vit havagjørt til stólpan kostar okkum um 375.000 krónur.
Looknorth hevur ídag 7 fólk í føstum starvi. Afturat teimumeru fólk, ið arbeiða nakrar tímar um vikuna, sigur Árni Skaale, stjóri at enda.
——
Looknorth verður eisini við á FishFair 9. – 11. apríl 2013




