Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggir nevndarlimir í Vørði

Oliver Joensen

Íslendska tryggingarfelagið Vørði, sum Føroya Banki keypti meirilutan í herfyri, hevur nú fingið nýggjar nevndarlimir.

Tann 5. oktober 2009 boðaði Føroya Banki frá, at bankin hevði keypt meirilutan av íslendska tryggingarfelagnum Vörði fyri 47 mió. kr. Fyri einari viku síðani boðaði Føroya Banki síðani keypsskálunum frá, at allar góðkenningar frá myndugleikum vóru fingnar til vega, soleiðis at keypið nú er endaliga staðfest . Og í dag boðar Vörður frá í einum pressuskrivið, at nýggju partaeigarnir hava valt tvey nýggj umboð í nevndina fyri Vörði.

Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, og Jean Djurhuus, stjóri í Trygd, eru valdir í nevndina at umboða nýggja meirilutapartaeigaran. Umframt nevndarsessirnar í tryggingarfelagnum Vörði taka teir báðir eisini sess í nevndini fyri lívstryggingarfelagnum Vörði Líftrygginga hf, sum er í eigu hjá Vörði, Føroya Banka og NBI.

Vörður Tryggingar hevur ein marknaðarlut á knapp 10 prosent í Íslandi. Felagið hevur 28.000 viðskiftafólk og 50 starvsfólk. Størsta tryggingarøkið er biltryggingar, men felagið veitir eisini bústaðartryggingar og nakað av vanlukku- og skipatryggingum.

Yvirtøkan av íslendska tryggingarfelagnum er ein liður í altjóða vakstraætlanini hjá Føroya Banka. Bankin rekur frammanundan tryggingarfelagið Trygd og styrkir við keypinum í Íslandi sítt tryggingarvirksemi og víðkar haraftrat um virksemið landafrøðiliga.

“Trygd hevur ment seg sera væl tey 10 árini, vit hevur rikið felagið. Felagið hevur havt góð úrslit og verður rikið á ein tílíkan hátt, at vit trygt víðka um virksemið á tryggingarøkinum við hesum keypinum,” sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka og nevndarformaður í Trygd.