Jóannes Hansen, klaksvíkingur búsitandi á Toftum, bar fram hesi orðini á midnáttarsamkomuni í Vágstúni í góðveðrinum norðoyastevnuaftan 2017
Jóannes Hansen, klaksvíkingur búsitandi á Toftum, bar fram hesi orðini á midnáttarsamkomuni í Vágstúni í góðveðrinum norðoyastevnuaftan 2017
Fyri tíggju árum síðani hitti eg inni í Heygabúðini ein av teimum mongu, sum eg havi undirvíst í samfelagsfrøði. Hon fortaldi fyri mær, at hon las í USA, og at hon har hevði hitt ein fittan sjeik, sum var runnin av asiatiskari rót.
Eg ynskti henni til lukku, og tá ið vit skiltust, hugsaði eg við mær sjálvum, at so mistu vit eisini hasa. Hon mundi neyvan fara at koma aftur til Føroya og als ikki til Klaksvíkar.
–
Samferðsla og samskifti er nú so nógv og gongur so skjótt sum ongantíð. Á facebook síggja vit, at nú er bindiklubburin hjá Henny Gerðalíð og eina viku seinni tann hjá Margreth Josephsen í Edinburgh í weekend, og nú eru fourty ninararnir við Eliesari Joensen á odda í Lisabon ella í London ella í Aten ella í Rom og halda heystfrí. Steinvør Fonn vegleiðir teimum um ferðamál, tá ið hon ikki er upptikin av veðragjólingum, lembing ella fjalli og fletting.
–
Klaksvík hevur verið vælsignað við nógvum útlendingum. Gamaní vóru tað fleiri gentur, sum fóru av landinum og ongantíð komu aftur. Fleiri fóru til Danmarkar, og ikki so fáar fóru til Noregs. Hesar møttu norskum fiskimonnum, og onkrir fiskimenn búsettust her hjá okkum. Eitt nú Knud Brandal, pápi Jóhannes, sum tíverri longu er farin frá sínum kæru, og sum vit minnast sum part av býarmyndini.
Í tríati árunum og stutt eftir kríggið vóru tað línumenn á Kristiansund, Molde og Aalesund leiðini, sum settu inn á Klaksvík og struku avstað við onkrum gentum. Seinni í fimmti árunum vóru tað teir, sum royndu eftir sild norðanfyri Føroyar, sum fóru avstað við gentum úr Klaksvík. Hesar búsettust á Bergen leiðini.
Millum tær fyrstu, sum fóru til Noregs, var Jenny hjá Mariannu og Christian í Grótinum. Hon giftist í Aalesund. So vóru tað Thordis hjá Óla Martin, sum giftist yvir til Soranøj í Norðurnoregi og Valborg hjá Victorinusi, sum giftist til Molde.
Longst norður av øllum mundi Albina hjá Mikk í Trøllagili, skyldmanninum úr Leirvík, fara. Tað er hugaligt at hoyra frá systir Niclas og Regin í Starabúrinum hjá yvirstaranum Victori og hjálparstaranum Regini hjá Poul Majer í Svínoy.
Ein onnur var Sonja Kjelnæs, einasta systir væl kendu klaksvíkingarnar Ludvík og Magnus Kjelnæs, sum báðir eru farnir. Hon giftist yvir til Stavanger í fimmti árunum. Beiggjarnir fylgdu væl við systrini, og rímuligt hildu teir við fótbóltsfelagnum Viking í Stavanger. Eiler í Búðunum fortaldi mær, tá ið vit spældu bólt saman fyri meiri enn fjøruti árum síðani, at tá ið systurin seinni flutti til Bergen, hevði tað við sær, at Ludvík og Magnus kendu seg noyddar at skifta Viking Stavanger út og fóru at halda við Brann í Bergen.
Vit, sum eru 60+, minnast, tá ið mongu gulu ferniseraðu norsku bátarnir plagdu at liggja her úti á kaiini. Teir lógu uttan á hvørjum øðrum, og illveðursdagar sóust norðmenninir at ganga her í bygdini.
Onkuntíð fóru teir inn í Thule bókhandil, sum var út móti Nólsoyar Pálsgøtu, har syðri endin á Betesda nú er.
Thule seldi so mangt, eitt nú allar skúlabøkurnar. Har var sum sild í tunnu 18. august, tá ið farið varð undir nýtt skúlaár, og mammurnar (ikki páparnir) vóru har og keyptu skúlabøkur, sum tað ikki bar til at arva frá eldri systkjum, familju ella grannum.
Eliesar Poulsen, sum var tilflytari úr Gøtu, átti bókhandilin. Hann fotograferaði eisini, og nógvar myndir í bólkinum við gomlum myndum úr Klaksvík eru tiknar í Thule.
Thule hevði ofta fremmandar fotografar. Tveir av teimum búsettust í Klaksvík.
Onnur var Jytte, sum giftist Jóhannes í Garðinum – øðrum av Kanjon brøðrunum og harvið mamma Dennis og Petur, sum í nógv ár hevur kunngjørt evangeliið suðuri á Papa Nýguinea. Hin var Ruth Andersen. Hon hevði seinni fotohandil í norðara enda hjá Eskild Norðbúð og í Føroya Banka. Hon giftist Andrasi Miðskarð, ein av grannunum á Heygum, og tey fingu børnini Jóhannes, sum arbeiðir á Læraraskúlanum, og Dagny Miðskarð, sum er væl kend pedagogur her í býnum.
Thule seldi eisini grammofonplátur. Norsku fiskimenninir plagdu at vitja inn, tí teir vóru áhugaðir at keypa plátur. Sjálvandi ynsktu teir at hoyra pláturnar, men tað helt Fía, kona Eliesar, vera eitt sindur keðiligt, tí tað var vandi fyri, at pláturnar skøvaðust. Men hon var vinsæl og bjóðaði sær til at syngja fyri norðmonnunum sangirnar, sum vóru á plátunum!
Vit hava framvegis nógvar útlendingar her í býnum, sum eru við at seta dám á. Finn bornholmarin hevur í nógv ár verið sjómaður, og Kaj Boetius arbeiddi í nógv ár í fiski og egndi.
Fyri 22 árum síðani var eg í Moskva. Uttanfyri olympiska leikvøllin bóðu tey um at fáa skjúrtur og buksur og ikki minst badges ella merki, sum teir allir tóktust samla uppá.
So stingur ein ungur maður seg fram úr rúgvuni. Høviskur spurdi hann á góðum eingilskum, um eg visti at siga honum, um Torkil Nielsen framvegis arbeiddi í Sandavágs Timburhandli. Eg hugdi uppá hann og fregnaðist, hvør hann var. Jú, hann æt Ivan Moskalenko og var tíðindamaður á størsta frælsa ítróttarmiðlinum í landinum.
Harvið var samband okkara millum, og nú hevur Ivan Eginsson Eysturland búð í Klaksvík í fleiri ár saman við konu síni Kingu, sum er úr Póllandi. Hann tosar føroyskt sum føroyingar, og tey kenna seg sum klaksvíkingar og eru samstundis rættir globetrottar.
Tey hava b and b her í býnum, Ivan selur og keypir skip kring allan knøttin, og nú hava tey búð í nógvar mánaðir í Uruguay, har Ivan man vera ein av kendastu europearunum yvirhøvur.
Og vit hava Lone Høeg Bejer og Veronica Ruth, sum vit síggja dagliga, og fyrikomandi Tina Purkhús stimar aftur og fram og ríkar samfelagið sum lærari og kveikjari í Ægir, Mjølnir, KÍ og ivaleyst onkra aðra staðni eisini, tí hon er sprenfull av orku. Tað er gott, at Kári er so cool, sum hann er!
Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani var tað skíkapping í Klaksvík – sjálvandi tá ið tað var kavi. Eg hugsi um tveir útlendingar, sum góvu klaksvíkingum íblástur til at standa á skí. Annar var svenski finnlendingurin Fabbe Wahlberg, sum 1951-1952 búði hjá Petrinu og Robert Joensen. Hann luttók í bygdalívinum og dokumenteraði við 83 fínum tekningum, sum hann gav út í bókini Gløgt er gestsins eyga.
Fabbi lærdi dreingir í Gerðum, á Heygum, Gerðareiði og úr øðrum býlingum at skía. Úti á Gerðabø – frá Brakarissteini og oman á Hellisenda skíaðu dreingirnir og hann, meðan hann undirvísti í, hvussu vektin skuldi flytast frá øðrum beininum yvir á hitt, og hvussu kropsburðurin skuldi vera, og hvat skuldi til fyri at venda, bremsa ella at økja um ferðina.
Hin var Svend Lundmark. Hann var ættaður úr Laplandi og kom higar saman við systrini Wendlu, sum var gift Hans bónda á Biskupsstøð – hetta vóru omma og abbi Archibald Black. Hann var ógiftur og arbeiddi alla sína tíð á Biskupsstøðgarðinum. Vit sóu henda blídliga mannin, og vit tosaðu um, at hann dugdi so væl at skía, at hann hevði skíað av Kjølinum og heilt oman.
Tað gjørdi hann eitt nú, tá ið tann stóri kavin var í 1948 og aftur, tá ið tann stóri kavin var í 1955. Hann zig zaggaði niðaneftir, og omaneftir aftur.
Vit plaga at siga, at føroyingurin var føddur við ár í hond. Svend Lundmark var so at siga føddur við skíunum har norðuri í Laplandi, har skíirnar vórðu brúktar at ferðast á. Pápi hansara var postmaður. Tað var langt millum húsini, og hann ók á skíum við postinum. Tað gjørdu børnini eisini – eisini Wendla og ikki minni Svend.
Um vetrarnar frystu stóru vøtnini í Laplandi, og tá fóru tey tvørtur um vøtnini á skíum. Tí var tað ivaleyst lættari hjá Svend Lundmark at standa á skíum, enn tað mundi vera at ganga í stóru gummistivlunum, sum hann plagdi at vera í her í Klaksvík.
Svend Lundmark doyði 2. januar 1967. Óli Dahl, lærari og granni okkara á Heygum, sum eisini var blaðstjóri á Norðlýsinum, skrivaði minningarorð um Svend Lundmark.
Tey vóru sera áhugaverd:
At Svend Lundmark var viknaður í seinastuni sást, men at hann skuldi fara so brádliga vardi meg ikki, tí seinast vit sóust var jóladag, tá vit báðir fylgdust úr kirkjuni (og hetta er altso úr kirkjunu, sum stóð yviri á Eiðinum, jh).
Óli Dahl sigur: Tað seinasta hann segði við meg áðrenn vit skiltust var: “Ak ja! Enn raggar er!”
Og Óli heldur fram:
Frá ungum árum av hevði hann áhuga fyri kristiligum arbeiði. Hann var eldhugaður til at bera gleðiboðskapin fram, men tá hann ikki hevði nakrar serligar talugávur, valdi hann at skriva traktatir, fáa tær prentaðar og útspreiddar, ikki bara her í Føroyum, men eisini í øðrum londum. Hann fekk til vega og útspreiddi meiri enn 200 túsund traktatir, so bert hetta talið sigur sína søgu sjálvt.
At okkurt kornið er komið í hina góðu jørðina er einki at ivast í. Hann var hin stilli, eyðmjúki sáðmaðurin sum leit á Guds náði sum vætu.
Svend elskaði kirkjuna fram um alt annað her á jørð. Hann var urgutrakkari í mong – mong ár og røkti starv sítt væl og virðiliga.
–
Tað, sum Óli Dahl, sáli, sipar til í hesum síðsta brotinum er, at meðan Frida Samuelsen ella Frida omma, sum børnini í barnagarðinum – tað var bara ein barnagarður – søgdu, og Frida mostur, sum okkara skúlastjóri, Alex Sólstein segði, so syrgdi Svend Lundmark fyri at pumpa luft í bjølgin, so at Frida fekk spælt.
Svend Lundmark var húsfólk saman við Jákupi bónda á Biskupsstøð, bátasmiðurin, ið var ein sonn legenda og sum eisini hevði smíðað nógvar bátar í Íslandi. Hann segði í útvarpssamrøðu við Niels Juul Arge, at hann visti ikki, hvussu nógvar bátar hann hevði smíðað, men hann visti, at hann hevði smíðað hundrað síðani hann fylti 80.
Svend Lundmark var hugtikin av urinum, sum Jákup bóndi hevði arvað frá langabba sínum Nólsoyar Páll.
Lundmark plagdi at siga, at hann fór at arva urið, tá ið abbon dör. Men Jákup bóndi bleiv við at vera raskur og fúsur. Tað vóru ongar ábendingar um, at hann viknaði og harvið um, at hann fór at doyggja. So Lundmark broytti vendingina frá, at hann fór at arva urið hjá Nólsoyar Páll, tá ið abbon dör og til, at hann fór at arva urið, hvis abbon dör!
–
Fabbi hjá Petrinu og Robert og Svend Lundmark vóru aktivir í lokala samfelagnum her hjá okkum, og hetta hevur verið eitt av aðaleyðkennunum fyri so ógvuliga mong, ið fluttu higar at búgva. Ikki bara at búgva og bíða, tí tað var so synd í teimum at vera fremmand. Men tey vóru opin, tóku til sín og góvu sítt íkast.
Hellen Heinesen var í sjeyti árunum og inntil hon doyði – alt ov tíðliga – í februar 1986 ófør til at seta seg inn í nýggju umstøðurnar, og hon royndi at víðka um sjónarringin hjá mongu HF næmingunum, og teir hildu nógv av henni.
Ulleman hevði kafé og handil, har hann seldi plátur og blomstur, vinsæli Villy Stampe kom til Klaksvíkar sum málari hjá Peturi á Hædd. Hann fann saman við mesterens datter, og tey bæði Anna og Villy Stampe vóru við til at seta dám á samfelagið her norðuri.
Í síni tíð komu Herman Thorsteinsson, Baldvin Baldvinsson og Ragnar Sigtryggson úr Íslandi og vórðu fedrar at stórum familjum her í bygdini, og Todi plagar at taka til, at hann er eitt norðuratlantiskt vegamót. Abbin, Todi – pápi Ludda – var íslendingur, og vit kallaðu grannan norðanfyri hjá okkum eingilsktmaðurin. Tað var ikki rætt, tí Alan Andrew Adam var skoti. Hann búði í India saman við foreldrunum, sum høvdu teplantagu. Tá ið kríggið brast á, var hann heima í Skotlandi og ferðaðist, og tað varð hansara lagna. Í staðin fyri at verða tebóndi í India, bleiv hann sum hermaður sendur til Føroya. Hann fann kærleikan í Søldarfirði, Ebba og hann giftust, tey búsettust á Heygum, og so fingu vit Hannu og Janet.
Um hetta ikki hevði lagað seg soleiðis, so høvdu KÍ, Føroyar og FCK ikki fingið gagn av góðu bóltevnunum hjá Toda, sum hann hevur arvað frá bæði mammuni og pápanum.
Haldor Holm kenna vit øll. Olga og hann høvdu bakarí her yviri á hjørninum, og Haldor setti kulør á so ymsan hátt. Eitt nú mundi hann vera tann fyrsti, sum við hugflogi setti dám á fótbóltsdystirnar. Vit kunnu siga, at hann var undangongumaður fyri bláu bylgju.
Hugflogsríkið John B. Hansen, ættaður úr Keypmannahavn, hevur fingist við so mangt á sjógvi og landi. Síðani hann varð pensionistur, hevur hann syrgt fyri, at klaksvíkingar nú duga at seta bilin frá sær soleiðis, sum tað eigur at vera gjørt.
Borghild hjá Hans Andrias í Vági syrgdi í grillini her norðanfyri kirkjugarðin fyri, at vit ungdómar tíðliga í sjeyti árunum ikki gingu svangir. Hon var úr Hjønnevåg norðarfyri Bergen. Hans Andrias mundi hava headhuntað hana til Klaksvíkar, tá ið hann sigldi við norskum línubátum.
Nú eru tey so mong, sum bjóða sær til at geva klaksvíkingum at eta. Í mínum ungdómsárum vóru tað mammurnar, sum gjørdu døgurða og nátturða. Nú eru tað so nógv matstøðu í býnum, at tað kann ikki bera annars til, enn at eisini mammurnar eta úti viðhvørt.
Útlendingar eiga fleiri av matstøðunum. Millum teirra er Robben Patawary. Ragna fekk hann upp á forundarligan máta umvegis netið og úr London til Føroya. Hann er ættaður úr Bangladesh, men hann hevur við eldhuga megnað at skapa sær og familjuni livibreyð – bæði her í býnum og úti í Runavík.
Christian Jørgensen kom til Føroya, tí pápin var bryggjari. Christian kendi seg ikki leingi sum fremmandan. Hann var skjótt uppií hondbóltinum og Neistanum í høvuðsstaðnum, og tá ið hann flutti til Klaksvíkar, var tað Stjørnan.
Hann var venjari hjá okkum, tá ið vit vunnu FM í dreingjadeildini í 1970 – tú var óførur Christian!
–
Onkuntíð verður tikið til, at klaksvíkingar trívast best, tá ið tað eru sterkir generalar at síggja upp til.
Vit gloyma ikki faktorin og Kjølbro og onkrar nýggjari enn so. Eingin nevndur og eingin gloymdur. Men summir útlendingar hava havt øgiliga fastatøkur her í býnum.
Her verður eitt nú hugsað um fyrsta prestin, Rasmussen, sum var her frá fyrst í tríati árunum og fram til 1955. Hóast Petra, sum var úr Rituvík, populeri presturin og tey trý børnini fluttu, so gloymdu tey ikki Klaksvík. Eg hitti Petru á Færøerne í Focus í 1986. Tað var merkisvert, hvussu væl hon framvegis mintist og kendi klaksvíkingar. Sonurin, Petur, var saman við mammu síni, og hann kendi seg at vera klaksvíking.
Fyri fýra árum síðani hitti eg eldra sonin, Kristian, á Ríkissjúkrahúsinum, har hann lá á stovu saman við okkara Janusi, sum tá var ógvuliga sjúkur, men sum nú gongur so spelkin millum okkara aftur.
Kristian prest, varð hann nevndur. Hóast hann ikki hevði búð her í 60 ár, so var eingin ivi um, at hann var klaksvíkingur. Systir hansara, Jastrid, hevur fyri stuttum í Norðlýsinum sagt okkum, at soleiðis er tað eisini hjá henni.
Av góðum grundum átti Busch prestur ongar eftirkomarar her í býnum. Men teir eru mangir, sum minnast hann og leiklut hansara eitt nú millum grønu skótarnar, og Solveig og Henning Bøgesvang eru livandi legendir í Klaksvík við bústaði í Søldarfirði.
Og so vóru tað læknarnir, eitt nú grikski Lygonis og ikki minst Rajani, sum fólkið her tók til sín.
Nógvu tey fyrstu árini, eftir at fyrsta sjúkrahúsið varð bygt, vóru læknarnir danskir. Nógvir steðgaðu stutt, og teir høvdu konurnar við. Tað mundi vera stór broyting at flyta úr gróðrarmikla Danmark og til kørgu Føroyar. Tey saknaðu trøini. Læknafrúur settu niður úti í sjúkrahúsgarðinum, og trøini har úti vóru tey fyrstu í Klaksvík og standa sum minni um tey, sum vóru partur av hesum samfelagnum og tóku eitt sindur av sínum samfelag við sær hendavegin.
Føroyingar halda nógv saman uttanlands. Oyrasundskollegiið man vera ein tann størsta føroyska bygdin. Einki undarligt er í, at danskarnir í Klaksvík plagdu at savnast eftir kríggið – Elleby Andersen, múrarin, Møller-Jensen, heilsølumaðurin, Als, sum var hjá Kjølbro, bryggjarin, apotekarin, læknarnir og onkrir aðrir.
Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta, sigur Prædikarin.
Eg hugsi um tey, sum tá ið sambandið og samskiftið vóru vánalig, fluttu úr stórstaðnum Keypmannahavn og til Klaksvíkar, her tað var ógvuliga bygdaligt. Tað var freistandi at seta seg hond uppundir kinn og bíða.
Ein av teimum, sum ikki gjørdi soleiðis, var Else Høgnesen. Hon var ættað mitt úr Keypmannahavn og kom higar stutt fyri kríggið. Hon var gift við Erling Høgnesen úr Fuglafirði, sum hevði lært til blikksmið í danska høvuðsstaðnum.
Tey fluttu higar, tí hann var meistari í nýggju blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum – har sum heimasti parturin av Føroya Bjór nú er. Har høvdu tey íbúð, inntil tey fyrrapartin av 1950unum fluttu í nýggj hús á Gerðareiði. Tá ið børnini vóru floygd, fóru tey bæði undir Norðoya blikksmiðju, sum hevði fleiri menn í arbeiði og var undan blikksmiðjuni hjá Høgna, sum er sonur teirra.
Og nú eru vit aftur við inngangin. Gentan, sum eg hitti í Heygabúðini var yngra dóttir Ragnhild og Høgna. Hon eitur Annika. Hon og sjeikurin av asiatiskari rót, sum hon hitti í Calefornia, giftust her í Klaksvík í 2008. Tey búgva her í Klaksvík, eiga tvey børn og ríka føroyska samfelagið. Hon arbeiðir í Miðlahúsinum, og David er fremsti oddvitin innan integratión í Føroyum.
Fyrstu formellu integratiónsfetini vóru tikin í Klaksvíkar kommunu, sum framvegis hevur fokus á, at tað skal eydnast at fáa útlendingarnar at verða part av felagsskapinum, og nú er hann í starvi hjá uttanríkisráðnum og arbeiðir og samskiftir nógv við kommunurnar – og tað er partvís á føroyskum.
Málið er at vera við til at lata upp fyri, at nógvu fremmandu fólkini, sum tey seinnu árini eru komin henda vegin, skulu vera integrerað í okkara samfelag.
Tað er sera týdningarmikið at fáa undirvísing, men tað skal meiri til. Vit vita, at tað er ikki nóg mikið at ganga til teori, tá ið man skal læra at koyra bil. Tað er neyðugt at koyra.
Soleiðis er tað eisini við integratión av útlendingum. Tað er neyðugt at læra málið, men tað er ikki nóg mikið. Um tú skal vera partur av Føroyum, so skalt tú eisini arbeiða her. Tí er tað so framúr, at nógv eru í starvi her í Klaksvík.
Vit hava sæð, hvussu tað er eydnast hjá teimum, sum vit hava nevnt fyri løtu síðani. Fleiri dømi eru um, at tað eisini ber til hjá teimum, sum eru ættað longri burturi.
Tak eitt nú Liezell Dahl úr Filipsoyggjunum, sum saman við manni og børnum býr omanfyri Heygabúðina, og sum er sum ein hvirluvindur á laboratorinum á sjúkrahúsinum.
Læknafrúurnar settu niður úti á sjúkrahúsinum, og hetta er nú stórt prýði fyri samfelagið her norðuri.
Vit mugu rokna við og vóna, at tey nýggju fremmandu seta sítt niður, og at tað fer at síggjast aftur og fer at vera prýði fyri okkum øll.
At tað viðhvørt ikki er neyðugt við so nógvari tíð og orku fyri at gera stóran mun er eitt gott dømi, sum eg skal enda við.
Fyrsti útlendski venjarin hjá KÍ var skotin McCay. Klaksvíkingar hittu hann á fótbóltsferð í Skotlandi í 1954. Tá vandi hann KÍ tveir tímar fyrrapart hvønn dag. Trý ár seinni – í 1957 – var hann í fjúrtan dagar í Klaksvík. Steinbjørn Jacobsen hevur so ofta tosað um, hvussu nógv hann og hinir unglingarnir fingu burturúr hesar dagarnar.
Tað sást aftur næstu árini. Tríggir av teimum unglingunum vóru næstu árini við til at vinna FM níggju ferðir. So ofta hevur eingin annar føroyingur verið meistari. Teir tríggir eru Magnus Kjelnæs, sáli, Jógvan Jacobsen og so Steinbjørn Jacobsen.
Takk fyri heiðurin at siga nøkur orð í Vágstúni hetta góðveðurskvøldið, sum kennist so væl aftur í tí, sum Janus Djurhuus yrkti um eitt summarkvøld í okkara heimstað:
Oyrarfjall í koparloga –
Háfjall litað sum stálið –
Halgafelli í smædnum roða – Klakkur av síðstu strálu
heilsast frá sólseturs dráli –
Kunoyggin fjarblá, á toppinum snjó –
Borðoyarfjall, Borðoyarfjall fargað sum blóð,
rust ella glóð.




