Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj almenn arbeiðspláss eiga at staðsetast kring landið

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Undanfarna samgonga hevði sum stavnhald, at nýggj almenn arbeiðspláss í størst møguligan mun skuldu staðsetast kring landið. Tann framhaldandi miðsavningin, ið vit – enn tann dag í dag – eru vitni til, verður alt meira óneyðug, sum samfelagið mennist. Tøkniliga menningin ger, at tað í dag ber til at arbeiða allastaðni í landinum. Tað hevur verið sjón fyri søgn, nú koronufarsóttin hevur herjað, at tað hevur borið til hjá nærum øllum at arbeiða heimanífrá. Tá ið tað enntá ber til at arbeiða heimanífrá, so fækkast grundgevingarnar fyri, at halda fram at miðsavna almenn arbeiðspláss. Ein framhaldandi automatisk miðsavning gevur onga meining í dagsins samfelag.

 

Veðurstova Føroya

Undanfarna samgonga setti ferð á fyrireikingina av veðurstovuni.  Ætlanin var frá byrjan at staðseta hana uttan fyri miðstaðin. Sjónám í Klaksvík og flogvøllurin vóru tey støð, ið vóru frammi í samband við staðseting. Tað, sum nú er hent, er, at Veðurstova Føroya verður staðsett í Tórshavn í øllum førum fyribils, og seinni skal hon flytast á flogvøllin. Heldur enn at at økir í landinum verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, hevði verið rættast at fáa gagnnýtt royndirnar, ið finnast bæði á flogvøllinum og á Sjónámi. Tað kundi verið gjørt við at lagt størvini á bæði Sjónámi og á flogvøllinum. Hetta hevði verið ein vinn-vinn støða fyri allar partar.

 

Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna