Í dystinum á Argjum í farnu viku var Kristian á Lakjuni fyri fyrstu ferð í ár við á besta KÍ-liðnum, og við honum eru teir nú tríggir beiggjar í hópinum hjá formuladeildarliðnum – Heðin, Oddmar og Kristian á Lakjuni.
Teir eru íalt fimm beiggjar, og allir hava teir spælt bólt á hægsta føroyska støði, so evnini eru har í familjuni – eingin ivi um tað.
Nú gera teir báðir elstu beiggjarnir, Jákup Oluf (37 ár) og Jógvan (34 ár) ikki so nógv við fótbóltin longur, men framvegis eru teir tríggir eftir, og í farnu viku vóru teir allir at síggja á vøllinum fyri besta KÍ-liðið, sum var á vitjan á Argjum.
Heðin (29 ár), sum er liðformaður hjá KÍ, og Kristian (24 ár) byrjaðu inni, og í 75. minutti kom Oddmar (20 ár) eisini á vøllin, tá hann kom inn fyri ein troyttan Kristian, sum fyri fyrstu ferð í ár royndi seg í Formuladeildini.
Ímóti Skála var Kristian aftur við, har hann taldist millum teir frægaru á KÍ-liðnum, sum annars vísti ógvuliga lítið tann dystin.
Kristian hevur sum yngri verið á besta KÍ-liðnum, og hann hevur eisini upp gjøgnum ungdómsárini verið á fleiri U-landsliðum. Hesi seinastu árini hevur hann tó verið burturstaddur, men í løtuni roynir hann seg so aftur á miðvøllinum hjá KÍ, har tørvur tykist vera á einum skapandi leikara, sum Kristian eisini er.
Lakju-menninir á KÍ-liðnum eru synir Marjuna og Victor á Lakjuni.




