Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj atløgusíða við Sandoyrarbug í Hvannasundi

Oliver Joensen

 Tað er ikki bert á Viðareiði nógv virksemi er fyri tíðina. Inni í Hvannasundi var ikki sørt av virksemi har í dag. Við nýggju kaiina við Sandoyrarbug, hittu vit Katrina Næs, bygdarráðsformann i Hvannasundi. Í meðan vit tosaðu við Katrina, vóru ikki minni enn tvinni strandfaraskip har, Ritan, ið just var komin av Fugloyar og Svínoyarrutuni, og Sam, sum var komin eftir maskinum hjá Articon.

Sam hevði júst lagt at við nýggja skráan, ið gjørdur er við nýggju atløgubryggjuna har, ætlandi er, at tá Sam kemur við ella eftir frakt sum skal koyrast umborð, so skal hann trygt kunna liggja við gamla pierin og skráan, ið er gjørdur har til endamálið. Katrin Næs, borgarstjóri sigur, at hesi tiltøkini hava verið alneyðug. Orsakað av at tunlarnir eru so trongir, er títt og ofta neyðugt at Sam siglir størri amboð norður í Sund. Fyrr legði Sam at við flakavirkið í Norðdepli, men har mátti passast eftir flóð og fjøru og harafturat var tann bagi, at maskinurnar ofta vóru tungar. Tað hevði ávirkan á skipið tá tær skuldu flytast aftureftir, tí var neyðugt eisini at hava ein tungan lastbil við umborð, soleiðis at hesin kundi virka sum mótvekt, tá maskinur skuldu fraktast umborð ella í land.

Hesum sleppa vit undan nú, sigur Katrin Næs. Sum skilst so arbeiða Klaksvíkar Kommuna og SSL við at gera ein skráa úti í Svínoy eisini, so væl kann vera at tað fer at bera til lættari at flyta bilar út til Svínoyar eisini.

Men fyri at koma aftur til økið her við Sandoyrarbug, so fara vit at planera økið væl og virðiliga, soleiðis at lætt verður hjá bilum og ferðafólki at koma til og frá Rituni. Gamli pierurin hevur verið alt ov trongur og óatkomuligur, so hetta verður ein stórur lætti hjá viðskiftafólki hjá Strandferðsluni og ikki minst hjá manningini.

Virksemið kring ferðasambandið til Svínoyar og Fugloyar er nógv broytt síðani Ritan kom og tí hava hesar ábøturnar verið alneyðugar. Nýggi kaikanturin, sum stoyptur er, er 36 metrar langur. Sigast skal eisini, at tá tað kemur til havnaøkið í Hvannasundi, so eigur Viðareiðis Kommuna sín part. Býtið ímillum kommunurnar er, at Hvannasunds Kommuna eigur tríggjar fimtingar, imeðan Viðareiði eigur tveir. Eftir hesum leisti vera útreiðslur og inntøkur býttar, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi at enda.