Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bakaraútsøla á vestursíðuni

Oliver Joensen

Í dag kl. 15.00 letur Bakar-inn upp úti í Klaksvík, í gomlu hølunum hjá Netto. Í tí sambandinum bjóðar Bakar-inn kaffi og okkurt afturvið.

Gamli Netto handilin úti í Klaksvík er nú liðugt gjørdur av nýggjum og í hølunum letur upp sera snotuligur handil undir navninum Bakar-inn, við baksturvørum frá Jórun og annars flest øllum matvørum. Mottoið hjá handlinum er "Alt,…lætt og skjótt".



Vit skulu heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í handlinum í dag, fríggjadagin kl. 15.00 og vit bjóða kaffi og eitthvørt afturvið.