Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók í Træhúsarøðini!

Tíðindaskriv

So er áttanda bókin um Andy og Terry á gáttini! Ja, tú gitti rætt, talan er um Træhúsið í 104 hæddum, sum nú kann keypast í bókahandlum kring landið – og sum eisini fer til Bókaklubbalimir í aldrinum 9-12 ár. Les meira niðanfyri.

 

Træhúsið í 104 hæddum

Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!

Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft, 352 síður og til tey, sum eru umleið 9-12 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

 

ISBN: 978-99972-0-640-4

Prísur: 149,-

 

Um Træhúsarøðina

Andy og Terry búgva í heimsins størsta træhúsi – og teir byggja 13 nýggjar hæddir fyri hvørja bók. Í træhúsinum eru tey mest ótrúligu og øru tingini. Ein maskina, sum skjýtur skúmgæti í munnin á tær, tá tú ert svangur, flúgvandi kettur, mannaetandi hávar, ein skúli fyri ninjasniglar og mangt, mangt annað. Andy og Terry byggja ikki bara hús, teir skriva og tekna eisini bøkur fyri Harra Stór Nøs. Andy skrivar og Terry Teknar, og søgurnar, ja, tær sleppa vit tíbetur at lesa!