Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók: “Stríðið um fiskimarkið”

Danial Viðoy

Í gjár, 22. apríl 2015, vóru 60 ár liðin, síðan 10 ára avtalan millum Føroyar og Stóra Bretland um føroyska fiskimarkið kom í gildi. Í hesum sambandi verður bók útgivin.

Í gjár, 22. apríl 2015, vóru 60 ár liðin, síðan 10 ára avtalan millum Føroyar og Stóra Bretland um føroyska fiskimarkið kom í gildi. Í hesum sambandi verður bók útgivin.

Løgtingið samtykti 6. september 1954 “Broyting í reglunum um sjómarkið undir Føroyum,” ið var eitt framhald av norðsjóvarfiskisáttmálanum frá 1882, sum Danmark vegna Føroyar skrivaði undir 24. juni 1901.

Henda lóg kom í gildi 22. apríl 1955.

Í samband við at 60 ár er liðin síðan Føroyar tók støðu til fiskimarkið, gevur Hanus Samró, løgtingsmaður og rithøvundur, út bókina “Stríðið um fiskimarkið,” ið er ein lýsing av fiskimarksspurninginum, ið tók seg upp fyrst í 1950-árunum.

Hanus Samró hevur áður givið út bøkur, tríggjar í talið, sum hava verið skaldsøgur. Tað er fyrstu ferð at hann letur yrkisbókment frá hondum.

“Stríðið um fiskimarkið” er 148 síður og kemur út mikudagin 29. apríl.