Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók til undirvísing í føroyskum fyri útlendingar útkomin

Forlagið Ungu Føroyar

Sera stórur tørvur hevur verið á einari byrjanarbók til útlendingar, eisini til teirra, sum ikki eru so heilt køn í enskum, og nú hava Ungu Føroyar givið út bókina VÆLKOMIN. Føroyskt sum fremmandmál – byrjanarstig eftir Bergljót av Skarði.

Bókin er gjørd í samband við undirvísing á Tórshavnar kvøldskúla 2014-16, og útgivin við stuðli frá Tórshavnar býráð. Í bókini eru stuttir tekstir, nógvar myndir, eitt sindur av mállæru og uppgávur. Bókin er ein byrjanarbók, sum vónandi kann vera ein hjálp hjá útlendingum, sum eru nýkomnir til Føroya. Vónin er, at tað fer at bera til at halda fram og gera eina bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar.

Bókin er í A4 stødd, og uppgávuparturin er settur upp, so at bókin kann verða nýtt sum einnýtisbók.

Bókin kostar 150 kr. í bókabúðunum.