Tann 24. oktober kom í bókahandlarnar bókin hjá Óla Jacobsen Daniel J. Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity Photographs.
Tann 24. oktober kom í bókahandlarnar bókin hjá Óla Jacobsen Daniel J. Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity Photographs.
Hetta er endaliga søgan um havnarmannin Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, sum í 1903 byrjaði ta tilgongd, sum í 1908 noyddi belgiska kongin Leopold 2. at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn.
Henda søgan kom fyrstu ferð fram í 2010 í bókini Dollin, Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna. Men nú er talan um eina heilt nýggja bók á enskum, sum er grundað á framhaldandi kanningar av hesi søgu. Hon er skrivað í samstarvi við Dr. Neil Dickson í Skotlandi og dóttur hansara, Katie, sum eisini hevur tikið sær av tí málsliga.
Hesar kanningar undirbyggja niðurstøðuna um tann heimssøguliga týdningin, sum Dollin hevði í uppgerðini við ræðustýrið hjá belgiska konginum. Hetta er ein søga, sum hevur verið burturtøgd og ókend í meira enn 100 ár.
Henda niðurstøðan um týdningin av leiklutinum hjá D.J. Danielsen verður váttað av serfrøðingum á hesum øki úti í heimi. Dømi um hesar eru søgufrøðingarnir Kevin Grant og Dean Pavlakis, sum eru professarar á lærdum háskúlum í USA, og amerikanski rithøvundurin Adam Hochschild, sum hevur skrivað bestsellaran Kong Leopold’s Arv.
Hesir meta hesa bók at vera slóðbrótandi kanning, sum broytir hendan partin av Congosøguni, sum hin higartil er lýst. Hon er eisini ein rætting av tí, sum higartil er skrivað m.a. um tær kendu myndirnar av fólki við avkvettum hondum, sum eru ein týðandi partur av hesi søgu. Hesar myndir høvdu ein avgerandi týdning fyri herferðini móti stýrinum hjá Leopold kongi í Congo.
Tað kann nú prógvast, at Dollin tók hesar myndir, sum onnur hava fingið æruna av.
Dean Pavlakis, ein tann fremsti serfrøðingur á hesum øki, sigur bókina vera “a stunning piece of work”, eitt framúrskarandi avrik, sum Dean sigur, at nógvir søgufrøðingar kundu lært av. Størri viðurkenning ber illa til at fáa. Eisini heldur hann, at tær 70 myndirnar í bókini gera hana enn meira áhugaverda.
Virksemið hjá D.J. Danielsen í Føroyum frá 1904 til 1916 verður eisini lýst.
Bókin er eisini ætlað teimum sum skriva søgu úti í heimi. Men hon kann somuleiðis vera hent at lata útlendingum sum prógv um, at sjálvt fyri 100 árum síðani kundi ein føroyingur skapa søgu í stríðnum móti yvirgangi og órættvísi.
Bókin er 200 síður, og hon kostar 200 kr. í bókabúðunum.
Nærri upplýsingar fáast frá: olijacobsen@olivant.fo




