Summar, sól og spenningur til tannáringar – um kærleika, vinalag, einsemi og morð.
Vandamikli mussurin er onnur bókin í spildurnýggju krimirøðini við felagsheitinum 3VINKONUR eftir norska metsølurithøvundin Kjetil Johnsen. Ein ung genta verður funnin deyð á einum lítlum vatni í Djúpadali:
“Hon er nakin.
Hann kannar hana. Hann heldur hana vera vakra. Hann veit, at hon er 15 ára gomul. Nærri sagt 15 og eitt hálvt. Hon er júst byrjað í tíggjunda.
Hon er fullkomin, lýtaleys, sum so mangar á tí aldrinum. Húðin er sløtt og rein. Men hon er eisini køld og gráblá av lívloysi.”
Soleiðis byrjar Vandamikli mussurin, ið er onnur ungdómsbókin í krimirøðini við felagsheitinum 3VINKONUR. Fyrsta bókin, Eitt hol í sálini, kom út til jóla í 2007, og triðja bókin kemur eftir ólavsøku. Rithøvundurin er ikki liðugur at skriva allar bøkurnar, men væntar, at í alt koma 12 bøkur í røðini.
Higartil er hetta farið fram:
Gentan, sum verður funnin deyð, rekandi á lítla vatninum í Djúpadali, er nakin og ballað inn í plast. Vit fáa at vita, at tann deyða er ein av teimum fýra vinkonunum — Vilborg, Benadikta, Nora ella Trina. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur eftir, og vit sleppa at fylgja við í tí, sum hendir framman undan morðinum:
Tá ið tíggjundi flokkur byrjar aftur eftir summarfrítíðina, fáa tey eina nýggja lærarinnu, Sunnvá Viksveen. Henni dámar at fjeppast og pjátra uppi yvir dreingjunum, men hon er órein við genturnar. Nora, Vilborg, Benadikta og Trina seta sær fyri at vinna Viksveen neisir. Tær fara út til húsini, hon leigar, mitt í skóginum. Tað vil so til, at tær síggja Viksveen lata seg í og gita, at hon hevur fingið sær eitt fríggj við einum manni.
Vinkonurnar smoyggja niður um seg og vísa rumpuna beint upp í stovuvindeygað og rýma.
Tá ið tær renna burtur, sær Nora í einum glotta ferilin av einum fólki inni í húsunum. Tað einasta, hon sær týðiliga, er ein tatovering á arminum oman fyri alboga á viðkomandi — eitt reytt k.
Um somu tíð byrjar ein nýggjur drongur í flokkinum: Nick. Hann er fosturbarn og eitt ár eldri enn hini. Nógvar søgur ganga um hann — millum annað, at hann er kriminellur, og at hann hevur neyðtikið eina gentu. Men bæði Benadikta og Nora fáa hug á honum.
Í einari veitslu togar Benadikta Nick við sær inn í eitt kamar á loftshæddini. Hon roynir at lokka hann, men hann sigur nei. Hann hevur hug á Noru. Benadikta svør so dýran, at hon skal hevna seg inn á hann. Beint eftir tað møtast Nora og Nick í gongini uttan fyri stóra kamarið. Beint tá ið tey skuldu kyssast, sær Nora, at hann hevur eina tatovering — eitt lítið, reytt k.
Niðri í køkinum kyssa Vilborg og Trina hvør aðra fyri fyrstu ferð…
Kjetil Johnsen, sum nú er navnframur norskur rithøvundur, er føddur í 1966, hevur starvast sum blaðmaður og sum blaðstjóri á størstu norsku ungdómsbløðunum. Bókarøðin "Tusen biter" (18 bøkur) byrjaði upprunaliga sum ein framhaldsrøð í «Vi og Gutta» og varð ómetaliga væl dámd. Seinni eru bøkurnar nærri viðgjørdar og longdar og givnar út á prenti frá 2002 til 2005. Evnið í teimum bókunum var tað, sum fór fram millum ein flokk av ungum og lív teirra tey bæði seinnu árini í ungdómsskúlanum. Kjetil er nú – umframt at skriva sjálvur – eisini ritstjóri í stóru blaðfyritøkuni Egmont.
— Eg skrivi ikki námsfrøðiligar lærubøkur. Mín heimangerð er, at bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær skulu fáa tey mongu ungu til at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur Kjetil Johnsen, sum við bókum sínum rúnabindur ungar gentur og dreingir.
Tað er ikki so ofta, at vaksnir menn skriva um og fyri gentur í tannárunum, men Johnsen viðgongur, at hann fekk gott innlit í, hvat ið ungar gentur hava at dragast við, og hvat ið hugtekur tær, tá ið hann sjálvur starvaðist á ymsum ungdómsbløðum fyri nøkrum árum síðan.
Kjetil Johnsen hevur búð í Nittedal uttan fyri Oslo í tíggju ár saman við konu og trimum børnum millum 12 og 16 ára aldur. Tey eru øll ógvuliga virkin, og hevur húskið nakrar óvæntaðar frídagar, so er ikki langt til summarhúsið uttan fyri svenska Torsby. Teldan fylgir við.
— Hjá mær er hetta at skriva fyri ung eitt arbeiði. Eg kann ikki seta meg niður at bíða eftir, at íblásturin skal koma! Men eg brúki jú nógvar royndir úr mínum egna lívi og somuleiðis fólk, sum eg havi hitt. Tað er ikki so stórur munur á tannáringum fyrr og nú. Hóast málið og formurin kanska eru broytt eitt sindur, so eru grundleggjandi tvørleikarnir teir somu; óvissa, trilvan, samleiki, kærleiki, vinalag.
— Tíverri eru dreingir ikki so grammir at lesa sum gentur, sigur Kjetil. Teir kunnu fáa áhuga fyri fyribrigdum sum Harry Potter, men tað merkir ikki, at teir halda fram, og at teir lesa nógv, soleiðis sum gentur ofta gera. Tað eru mínar royndir, og eg veit tað bæði frá mínum egnu børnum og frá tí sambandi, eg havi við lesarar mínar, sigur Kjetil Johnsen. Hann heldur tað ikki vera so umráðandi at læra nakað í einari spennandi bók, ið tú lesur sum undirhald.
— Eg orki hvørki at skriva ella lesa ov nógvar málandi lýsingar, fløkjasligt mál og sálarfrøðiligar hugleiðingar. Nei, gev mær heldur eitt dráp ella bæði tvey! Men eg kann rætt og slætt ikki gevast at skriva. Og so brellist eg eisini eftir at skriva eina lættføtta krimiskaldsøgu fyri vaksin. Eina ferð í framtíðini fari eg at gera tað. Eg veit akkurát, hvussu eg vil hava hana, sigur Kjetil Johnsen.
Triðja bókin í 3VINKONUR-røðini við heitinum Tað, sum fer at henda, kemur á føroyskum eftir ólavsøku. Henda bókarøðin er serliga ætlað ungfólki millum 12 og 16 ára aldur. Jákup í Skemmuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt, og Forlagið Nýlendi gevur út. Sniðgevin Johanna Blom hevur givið bókunum skap, og listakonan Ronja Berg hevur skreytað tær.
Vandamikli mussurin er 192 blaðsíður stór fikkubók, sett hjá Cre8 í Klaksvík og prentað í Litava.
Bókin fæst í øllum bókabúðum fyri 79 krónur.




