Jóhannes Brandal letur upp Café 45 við Klaksvíksvegin 45. Eftir ætlan sama dag sum Norðoyatunnilin verður opin fyri ferðslu.
Jóhannes sigur, at ætlanin við nýggju cafeini er at hon skal vera eitt supplement til restaurant Hereford, sum er í somu húsum.
Síðani november mánaða í fjør hava hølini staði tóm síðani pizzaria Napoli gavst og eftir langa umhugsingartíð, hava vit avgjørt at lata upp eina café í hølunum, sum skal vera opin í dagtímunum og nakað út á kvøldið.
Eftir ætlanini vit nú hava á borðinum, so skal caféin lata upp kl. 9.30 á morgni og vera opin til út á kvøldið.
Uppá fyrispurning okkara um hvat verður serverað kundunum á caféini, sigur Jóhannes, at fyrst og fremst vera øll tey kendu sløgini av kaffi at fáa, og harafturat ymisk sløg av køkum, smáir heitir rættir, suppa, ymisk sløg av saláti, sandwich, smyrjubreyð og annað.
Um hetta er nakað, býurin hevur brúk fyri, fer bert tíðin at vísa, men vit halda, at júst ein café hevði verið við til at gjørt matmøguleikarnar í býnum enn fjøltáttari enn teir eru frammanundan, og ikki minst rokna vit við at hetta saman við Hereford fer at gera húsið við Klaksvíksvegin 45 meira áhugavert hjá viðskiftafólki, sigur Jóhannes Brandal at enda.




