Fyrsta nýggja café í meira einn hálva øld í Saltangará, nú Blikk Café letur upp.
Triðstørsta pláss í landinum fær nú sína fyrstu nýggju café í meiri enn hálva øld, tá Blikk Café í Saltangará hevur almenna móttøku seinnapartin sunnudagin og síðani letur upp fyrrapartin mánadagin við øllum tí, ein nútímans café hevur at bjóða.
Fyri fyrstu ferð í útivið 56 ár letur nú ein nýggj café upp í Saltangará. Síðst tað hendi, var á sumri 1951, tá Anthon Johannesen læt upp bakarí við café og útsølu. Har henda café var í síni tíð, er nú býráðshús hjá Runavíkar kommunu.
Ikki so langt innan fyri ta gomlu caféina letur nýggja Blikk Café upp fyrrapartin mánadagin klokkan 11. Men longu seinnapartin sunnudagin klokkan 15 ber til at støkka inn á gólvið, tí tá verður almenn móttøka, har millum annað Heri Joensen úr Týr fer at hugna um við klassiskum gittarspæli.
Christian Høgni Jacobsen, Brynjolvur Nielsen, Tummas Petur Thomassen og Kári Streymoy eiga og reka caféina, ið heldur til í tí nú umbygda og víðkaða húsinum, har blikksmiðjan hjá Bjarna Hansen og seinni eisini blómu- og gávuhandil var í mong ár. Harav navnið Blikk Café.
Nýggju eigararnir hava gjørt sjálvt húsið liðugt, men annars umbygt og bygt víðari á tað, sum var frammanundan, so størri og meira rúmsátt er. Nú alt er liðugt, hevur nýggja caféin útivið tvær góðar hæddir at ráða yvir, umframt at eitt lítið loft eisini er.
Tilsamans átta fólk fara at starvast í Blikk Café, har Jona Michaelsen verður dagligur leiðari, umframt at hon er kokkur og syrgir fyri, at góðir, leskiligir og lættir rættir verða at fáa. Somuleiðis fæst kaffi, te og annað tostasløkkjandi, umframt ymiskt søtt og gott til allar kræsnar gómar.
Innrættingin er gjørd soleiðis, at í neðra er café burturav, meðan eitt nú stórskíggi verður í erva, so fótbóltsdystir og annað kann vísast har, umframt at fylgjast kann við á flatskíggja niðriundir.
Lítið man vera at ivast í, at mong leingi hava saknað, at ein café sum henda var at finna í triðstørsta plássi í landinum, men nú Blikk Café letur upp við øllum tí, ein nútímans café hevur at bjóða, vænta eigararnir, at tað óivað fer at stimbra býardám og trivnað á staðnum.




