Í morgun, mánamorgunin 18. mai 2015, lótu upp tvær nýggjar stovur í nýumvældum, ljósum og rúmligum hølum, sum eru partur Drotningar Margrethu Barnagarði.
Í morgun,mánamorgunin 18. mai 2015, lótu upp tvær nýggjar stovur í nýumvældum, ljósum ogrúmligum hølum, sum eru partur Drotningar Margrethu Barnagarði.
Taðvar ein væl nøgd Marjun Lassen, leiðari, sum í morgun tók ímóti nøkrum glaðumforeldrum og børnum, sum fyri fyrstu ferð skuldu royna nýggju og snotuliguhølini, har nýggir námsfrøðingar og hjálparfólk tóku ímóti.
-Seinastu tíðina hevur barnatalið í Klaksvík verið í støðugum vøkstri, og tí varneyðugt hjá okkum í Klaksvíkar býráð at seta í verk eina skjóta víðkan avdagstovnatilboðunum her í kommununi, og tí eri eg sera fegin at kunna vera herí morgun og síggja hesar spildurnýggju stovurnar lata upp dyrnar á fyrstasinni, segði ein smílandi Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður, sum varstokkin inn á gólvið í nýggju stovunum hjá Drotningar Margrethu Barnagarði.
-Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt hart fyri at fáa hølini klár at lata upp.Týsdagin í farnu viku kom alt innbúgv og útgerð til Klaksvíkar, samstundis sumMarjun Lassen, leiðari, hevur fyrireikað síni nýggju starvsfólk til uppgávuna.Og eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, bæði at síggja snotuligahølini og at møta eldhugaðum og spentum starvsfólki.
MarjunLassen, leiðari, upplýsir, at øll 8 barnagarðsbørnini og 5 vøggustovubørnbyrjaðu í morgun.
-Fleiri vøggustovubørn verða løgd afturat so við og við. Fyri vøggustovubørninier hetta fyrsta ferðin, at tey møta stovnslívinum, tey kenna ikkistarvsfólkini, og starvsfólkini kenna ikki tey, og tí má tann upptøkan faravarliga fram. Umframt hesi 5, eru 7 onnur børn, sum hava fingið og fáa boð um,at tey skulu byrja í næstum.
-Stovurnar hava fingið nøvnini Lítlastova og Miðlingastova. Í ovaru hæddini erStórastova, sum barnagarðurin longu hevur frammanundan, so nú er søgan umBukkarnar Brúsi fullfíggjað, upplýsir Marjun Lassen.
JóhannLützen, trivnaðarnevndarformaður, upplýsir, at ein móttøka verður í næstum, mentað er ov nógv fyri hesi smáu at leggja hana longu fyrstu vikuna, tí tey havaso nógv nýtt at fyrihalda seg til. Tí verður henda móttøkan væntandi um 14dagar.




