Teldunørd. KT-barn. Eitt talgilt ættarlið. Talið av børnum og ungum, sum nýta fleiri tímar við telduni, teldlinum ella snildfonini, er hækkandi. Tað sigur danska frágreiðingin, “Børn og unge i Danmark – velfærd og trivsel 2014”, sum Det Nationale Forskningscenter for velfærd (SFI), gav út í desembur 2014. Sambært frágreiðingini eru 5. hvør tannáringur sera telduvirkin. Hetta er ein tvífaldan seinastu fýra árini.
21 prosent av teim 15 og 19 ára gomlu ungu í Danmark sita framman ein skíggja meira enn 4 tímar hvønn dag. Tað er ein lítil tvífaldan í mun til í 2009, tá einans 11 prosent av teim 15 ára gomlu og 12 prosent av teim 19 ára gomlu sambært SFI sótu meira enn 4 tímar um dagin framman skíggjanum.
Eisini hjá teim 11 ára gomlu er nýtslan tvífaldað. Í dag nýta fýra prosent av børnum í hesum aldursbólkinum meira enn fýra tímar framman skíggjanum í mun til tvey prosent í 2009.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni www.politiken.dk.
Hjálp til sosialt samband
Sambært Carsten Jesse, lektara á Center for Undervisningdudvikling og Digitale Medier á Aarhus Universitet og serfrøðingi í barnaspæli og miðlanýtslu hjá børnum, so er áðurnevnda broyting ein skilvís avleiðing av, at talgildir miðlar og skíggjar fáa alsamt meira pláss í lívinum hjá teim ungu.
– Tað hoyrir við til gerandisdagin, at børn og ung næstan ikki fara nakrastaðni uttan teirra fartelefon. Á tann hátt líkjast tey bara øllum øðrum ættarliðum í dag, sigur hann á heimasíðuni www.politiken.dk.
Frágreiðingin hjá SFI sigur tó einki um, hvat gongur fyri seg á skíggjanum hesar tímarnar og Carsten Jessen veit heldur ikki um kanningar, sum hava svarað hesum spurninginum.
– Eg vildi tó hildið, at børn og ung í størri mun brúka serliga teirra fartelefonir til at hava samband við onnur á Facebook, Instagram og á líknandi sosialum miðlum, greiðir hann frá á heimasíðuni.
Sambært Carsten er ein partur av frágreiðingini eisini, at teldlar og teldur eru vorðin ein nógv meira samanflættaður partur av undirvísingini á skúlum.
Og hóast tað kann tykjast heldur ófrættakent fyri summi, at børn og ung sita so nógv framman skíggjanum, so heldur Carsten ikki orsøk verða til at stúra so nógv.
– Ein partur av sosiala lívinum hjá teim ungu er flutt yvir á ein talgildan platform. Og vit hava ofta lyndi til at gloyma, at talgildu miðlarnir kunnu tryggja eitt sosialt lív hjá teimum børnu og ungum, sum onkursvegna hava trupult við at vera fysiskt saman við øðrum aftaná skúlatíð, sigur hann og leggur afturat, at børnini í dag ikki fara inn á kamarið og sita har púra einsamøll. Sosialu miðlarnir gera, at børn og ung allatíðina vita akkurát, hvar vinfólk teirra eru og hvørjum lagi, tey eru í. Tey kunnu spæla móti hvør øðrum og tosa við hvønn annan.
– So har eru heilt víst eisini nøkur jalig árin við talgildu miðlunum, slær Carsten fast.
Spøl eru ikki bara spøl
Samstundis sum ein stórur partur av tíðini framman skýggjan helst er knýttur av arbeiði, sum hevur tilknýti til skúla og sosialar miðlar, so hava spølini eisini ein týðandi leiklut hjá børnum og ungum, sum nýta fleiri tímar framman einum skýggja.
– Mín fatan er, at hjá teim sonevndu “heavy-brúkarunum” snýr nýtslan seg mest um spøl. Tey kunnu brúka nógv meira enn bara fýra tímar um dagin, um tey fáa møguleikan til hetta, sigur Carsten og leggur afturat, at sjálvt hann, sum hevur arbeitt við júst hesum evninum í fleiri ár, enn kann gerast bilsin yvir, hvat børnini og tey ungu í veruleikanum gera.
– Tey sita og samskifta um royndir við fólki úr øðrum londum, tey sita og gera nýggjar reglar fyri atburð og líknandi. Ofta er hetta eitt ótrúliga áhugavert menningararbeiði, sum tey gera. Tí er tað skilagott at seta seg niður at finna útav, hvat tey í veruleikanum sita og gera, áðrenn tú fert at lyfta peikifingurin at teimum, sum hann sigur.
Hann vil samstundis strika undir, at spøl eru sosial fyribrygdi. Tí er eingin orsøk til at stúra alt ov nógv, um barnið annars fær rørslu og virkar væl í gerandisdegnum.
– Um barnið ella tann ungi hevur trupult við sosialum sambondum í skúlanum, ikki hevur nøkur frítíðaráhugamál og ikki flytur seg nóg mikið, so hevur tú orsøk til at stúra. Tíbetur finnast tað ikki so øgiliga nógv av hesum børnunum, men tey eru har, endar Carsten Jesse samrøðuna á heimasíðuni www.politiken.dk.
Kelda: www.politiken.dk




