Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj egningarmiðstøð i Fuglafirði

John William Joensen

Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði sigur at kommunan í fleiri ár hevur havt ætlanir um at gera nýggjar egningarskúrðar

– Tað verður í fyrstu atløgu bygdir 10 skúrar í ymiskum støddum og teir vera plaseraðir soleiðis at tað verður møguligt at byggja fleiri seinri.
– Egningarmiðstøðin kemur at kosta góðar tríggjar milliónir krónur og tá far hvør skúrur sína egnu frystigoymslu og ein hjall ella gomslurúm.
– Av tí at tørvurin hjá  bátunum er ymiskur hava vit valt at byggja skúrarnar í ymiskum støddum.
– Kommunan kemur at eiga egningarmiðstøðina og kunnu bátar so leiga seg inn og ætlanin er at leiga skal gjalda kostnaðin og at egningarmiðstøðin kemur at hvíla í sær sjálvari.
– Tá egningarmiðstøðin er liðug er ætlanin at beina gomulu skúrarnar burtur av kajuni.
– Ætlanir eru um at byggja eina landingarmiðstøð har sum skúrarnir í dag standa, men hetta verður tó ikki gjørt beinan vegin tí  vit vera noyddir at fylla nakað út fyri at fáa meira pláss.