Hvannasunds Kommuna hevur saman við landsmyndleikunum gjørt íløgur í nýggja atløgubryggju til Rituna. Afturat hesum, hevur kommunan nú bygt eina farstøð til tey, ið ferðast til Svínoyar og Fugloyar.
Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu sigur, at farstøðin kommunan nú hevur bygt er í trimum. Ein partur verður bíðirúm til tey, ið koma og fara við Rituni, ein partur er goymslurúm til Rituna og ein partur er goymslurúm til avfallið, sum kemur av Svínoy og Fugloy og sum skal víðari til IRF.
Umstøðurnar hjá Rituni hava ikki verið nøktandi á landi her í Hvannasundi. Teir hava bara havt ein kontainara til goymslurúm og harafturat hevur avfallið bara staði á kajini til IRF hevur verið eftir tí.
Ein trupulleiki á økinum er eisini, at bilar langtíðarparkera bara sum best ber til. Fyri at fáa skil á á økinum. Fer Hvannasunds Kommuna nú undir at asfaltera økið og merkja tað upp í básum, soleiðis at tey, sum ferðast til Svínoyar og Fugloyar hava eitt avmerkt pláss at seta bilin á.
Hetta hevur verið kostnaðarmikið hjá okkara kommunu, men tað hevur ikki borið til at fáa landið ella aðrar kommunur at luttaka í útreiðslunum til bygningin ella økinum, sigur Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu at enda.




