Vegna ótryggleikan í føroysku fiskivinnuni ber í løtuni ikki til hjá monnunum aftanfyri Sandshavið at byggja nýtt skip, sum tað annars eru ætlanir um.
Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum hevur havt samrøðu við Kristian Martin Petersen, sum er reiðari á línuskipinum Sandshavinum. Hann sigur, at teir hava ætlanir um at byggja nýtt frystilínuskip fyri 125 milliónir, sum verður 53 metrar langt, 13,2 metrar breitt og hevur ein Yanmar motor á 1800 HK. Skipið kemur at lasta 500 tons av frystum fiski og kann hava 200 tons av súrløgi (ensilagu).
– Tekningarnar eru lidnar og høvuðsfíggingin er komin uppá pláss. Norðmenn vilja fíggjað meginpartin av skipinum, um tað verður bygt í Norra. Tó mangla teir fígging til nakrar milliónir, sum helst skulu fíggjast í Føroyum. Vegna nýggju fiskivinnuskipanina og allan ótryggleikan rundan um hana, vilja Føroysku bankarnir ikki so fegnir fíggja skip í løtuni. Vit trúgva uppá tað, men føroysku bankarnir gera tað ikki enn, sigur Kristian Martin við Føroysku Sjómansmissiónina.




