Evangeliska Røddin hevur givið út nýggja tvífløgu við sangum við Ólavur á Váli.
Ólavur á váli varð føddur 26. august 1955, næstyngstur av teimum fýra børnunum hjá onnu og Líggjasi á váli. Familjan búði í Klaksvík til 1972, tá tey fluttu til Havnar.
Útgávudagin, 26. august, hevði Ólavur á váli fylt 50 ár. Hann var brádliga heimkallaður til Harran í februar í ár.
Á váli familjan hevði góðar gávur at syngja. Ólavur var eisini listamaður, óførur at tekna, og hevði eina so stak góða songrødd, sum bert heilt fáum unnist.
hann sang nógv; einsamallur, saman við M.C. restorff og Nicodemussangbólkinum, í sangkórum, í dupultkvartettini í Ebenezer, saman við systkjunum Britu, Charlottu og Jóannesi, og saman við so mongum øðrum. Hann sang fyri einstaklingum og fyri stórum áhoyraraskarum. hann sang runt í okkara egna landi, og hann sang í londunum rundan um okkum. Men hann sang ikki fyri at koma sær sjálvum fram. Nei, gripin av skaparanum og frelsuverkinum sang hann.
Á nýggju fløguni, sum er tvífløga og ber heitið "Lívsins Land" eru tilsamans 41 sangir, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum. 14 av hesum sangum hava ikki verið útgivnir áður.
Nýggja tvífløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, og er komin í handlarnar, kostar kr. 189,-.
Evangeliska røddin hevur nú eisini heimasíðu, www.evr.fo, har tilber at kunna seg um virksemið hjá EvR, umframt hópin av aðrari kunning.
Vælkomin at vitja á evr.fo.




