Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj fólk í umboðsráðnum

John William Joensen

Tá valið til Umboðsráðið hjá Norðoya Sparikassa var av, vísti tað seg at ein triðingur av limunum í nýggja ráðnum eru nøvn, sum ikki sótu í ráðnum seinast.

Umboðsráðið hjá Norðoya Sparikassa telur 39 limir, og við valið í síðstu viku tá ábyrgdarafundurin var, vóru júst 13 nøvn útskift við onnur.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa sigur í eini viðmerking, at fleiri av teim 13 nýggju fólkunum hava tó fyrr sitið í Umboðsráðnum.
Norðoya Sparikassi hevur 1.850 ábyrgdarar. Ábyrgdarapeningurin hjá hvørjum einstøkum ábyrgdara kann vera upp til 10.000 krónur og minst 1.000 krónur.
Eyðfinn Reyðberg sigur, at ímeðal hava ábyrgdararnir um 1,9 atkvøðu.
Atkvøðurætt hava allir ábyrgdarar, ið eru 18 ár og eldri.
Valið til umboðsráðið er loyniligt, tey einastu sum fáa nakað at vita eru valevnini sjálvi, ið kunnu fáa teirra atkvøðutal upplýst um ynskist.
 
Hesi mannað nývaldað umsjónarráði
Klaksvíkar Kommuna og útlond                                                       
Álvur Klakk, keypmaður, Klaksvík
Eli Poulsen, elektronikmek., Klaksvík
Erling Petersen, bókhaldari, Klaksvík
Finn Kjølbro ,skrivstovum., Klaksvík
Finnur Sivertsen, búskaparfr., Klaksvík
Heini Ósá ,kokkur, Klaksvík
Hergerð Ziskason,Klaksvík
Hilmar Sigmundur, Kalsø Danielsen, ravmagnsverkfrøðingur, Klaksvík
Jákup Mikkelsen ,stjóri, Klaksvík
Jógvan Clementsen, fyrrv.býráðsskrivari                      Klaksvík
Jógvan Vágsheyg, seglmakari, Klaksvík
Jóhan Andrias Reyðberg, arbeiðsmaður, Klaksvík
Jóhann Joensen, byggimeistari, Klaksvík
Jóhanna á Tjaldrafløtti, e.h.økonom, Klaksvík
Kalli Váðklett, bedingsmeist., Klaksvík
Ólavur Samson, sýnsmaður, Klaksvík
Óli Marner Christiansen, stjóri, Klaksvík
Olivur Thomsen, stjóri, Klaksvík
Rúni Heinesen, skúlastjóri, Klaksvík
Søren Ziska Jacobsen, keypmaður, Klaksvík
Tummas J. Lervig, maskinmeistari, Klaksvík
Victor Nielsen, skrásettur grannskoðari, Klaksvík
 
Kalsoy og Kunoy  
Jógvan Heinesen, arbeiðsmaður, Kunoy
Jógvan Joensen, bóndi, Trøllanes
                                           
Økið eystan Múla                                                        
Absalon í Buð, útróðrarm., Hvannasund
Hans Jákup Kallsberg, sjómaður, Viðareiði
Hanus Suni Hansen, bóndi, Hattarvík
Jákup Petersen, bóndi, Viðareiði
Jógvan Edmund á Geilini, lærari, Svínoy
Tórhallur Staksá, stýrimaður, Viðareiði
 
Leirvík og Føroyar annars                                                      
Bergur á Reynatrøð, tannteknikari, Runavík
Edmunda Langgaard, handilskvinna, Leirvík
Eyðálvur M. Joensen, nevndarformaður, Svínáir
Joan Ziskason, sjúkrasystir, Tórshavn
Jóannes Hansen, adjunktur, Toftir
Jógvan E. Joensen, stjóri, Leirvík
Kjartan Mørkøre, prestur, Tórshavn
Peder T. Haahr, stjóri, Signabøur
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, Glyvrar

Harleyfacadeacryl