CPH-Business í Keypmannahavn og Føroya Handilsskúli í Havn hava gjørt serstaka avtalu:
Fyri tey, sum kundu hugsað sær at tikið eina tvey ára yrkisakademiska útbúgving við fjølbroyttum framhaldsmøguleikum, er ikki longur neyðugt at ferðast teir 1659 kilometrarnar til Keypmannahavnar. Nú ber til at taka leið 1 hjá Bussleiðini út í Marknagil, har sama útbúgvingin verður boðin út longu nú eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin ber heitið Marknaðarførslubúskapur.
Føroya Handilsskúli er kanska best kendur fyri yrkisútbúgvingar og gymnasialar útbúgvingar á miðnámsskúla stigi. Men handilsskúlin í Marknagili bjóðar eisini ymiskar hægri útbúgvingar, bæði sum parttíðir- og fulltíðarlestur – til dømis HD, akademi-, diplom-, og teldustøðingarútbúgving.
Nú verður farið undir eina nýggja útbúgving, sum eitur Marknaðarførslubúskapur. Hetta er ein tvey ára útbúgving, sum er normerað til fulla tíð. Útbúgvingin verður skipað í tøttum samstarvi við lærustovnin CPH-Business í Keypmannahavn. Avtalað er í gerð við Setrið um avriksflutning/meritt millum marknaðarførslubúskap og ta búskaparútbúgving, sum farið verður undir á Setrinum í næstum.
Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið – fjølbroyttir møguleikar
Yrkisakademisku útbúgvingarnar geva tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis bæði í almenna geiranum og í privata vinnulívinum. Støði verður tikið í ítøkiligum dømum og “casum” úr fyritøkum og feløgum.
Ein partur av útbúgvingini í marknaðarførslubúskapi eru tríggir mánaðir í starvsvenjing, har tú fært royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap.
Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur millum annað dent á innovatión og íverkssetan, har fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber eisini til at fara uttanlands í starvsvenjing. Arbeitt verður við eini loysn, soleiðis at tú kanst velja at taka lesnaðin á enskum máli, har lærutilfar, undirvísing o.a. er á enskum í tann mun tað er gjørligt.
Eftir lokið prógv ber til at lesa víðari til professiónsbachelor. Tað eru fleiri akademi í Danmark, har møguleiki er at lesa professiónsbachelor, sum er normerað til hálvtannað ár.
Marknaðarførslubúskapur – fleiri møguleikar
Útbúgvingin er fyrst og fremst eitt gott alternativ til tær meira siðbundnu akademisku útbúgvingarnar. Føroya Handilsskúli viðmælir útbúgvingina til tey, sum ynskja marknaðarførslubúskap sum sína endaligu útbúgving ella ynskja at lesa professiónsbachelor omaná. Tó so, møguleikarnir fyri avriksflutningi gera, at um tú ynskir at ganga aðrar leiðir aftaná, so eru nógvir møguleikar her. Nærri kunning um hesi viðurskifti eru at síggja á heimasíðuni hjá Føroya Handilsskúla í Havn, sum er www.fh.fo.
Søk nú
Á heimasíðu handilsskúlans er innskrivingarseðil at finna, og til ber at søkja longu nú, hóast freistin er sett til 1. juli. Eitt er so víst, ein fær bert møguleikan, um ein søkir.




