Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj heimasíða fyri føroyskar fótbóltsfjepparar

John William Joensen

Nú hava føroysku Newcastle-fjeppararnir fingið eina heimasíðu.

Tíðindaskriv:

Tað er við stórari gleði, at vit almannakunngerða heimasíðuna hjá føroyskum Newcastle-fjeppararum. Ætlanin við newcastle.fo er, at heimasíðan skal virka sum staðið har føroyskir fjepparar hjá felagnum fáa dagførda kunning um Owen, Given, Stóra Sam og hinar hetjurnar á Newcastleliðnum. 

Samstundis er heimasíðan hjartað í samskiftinum við og kring fjepparafelagið Newcastle Føroyar, ið var sett á stovn við kappingarbyrjan. Fjepparafelagið fer javnan at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag, m.a. at samla fjepparar til live-dystir á stórskýggja, innandura fótbóltskappingar, fyrskipa útferðir til St. James’ Park, og kunning um komandi tiltøk vera altíð at finna á newcastle.fo. Vónin er at vit í felag fáa skapt eitt interaktivt forum, har lyklahugtøkini verða stuttleiki, samskifti og samognarskapur.

Onnur vitjandi eru sjálvsagt eisini vælkomin á newcastle.fo. Tað verður í løtuni arbeitt við, at fáa gjørt ein teig við høvuðstíðindum, ið viðkoma øðrum feløgum í Premier League eisini.

Við vón og trúgv uppá eitt gott kappingarár, nú vit endiliga hava fingið ein kompetentan venjara, snillingin Stóra Sam, vilja vit ynskja øllum eitt gott kappingarár.

Howay the Lads!

Við Newcastle-kvøðu
Jóhann og Fróði, stigtakarar 

www.newcastle.fo