Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj Kafé opnað

(Erik Biskopstø)

Í kvøld lat nýggj Kafé upp í Klaksvík, har m. a. livandi tónleikur er á skránni.

Tað eru systrarnar báðar Susan Hansen og June Jacobsen, sum hava tikið stig til nýggju kaféina, sum eitur Víkafé.

Í hugnaligu hølunum ber til at fáa nógvar ymiskar rættir og sjálvandi eitt breitt úrvæl av kaffe- og øðrum drykkum.

Sum nakað nýtt er ein lítil pallur gjørdur við einum ljóðanleggið, har livandi tónleikur verður framførdur.

Í kvøld er tað ungi Hanvamaðurin Heri Olsen, sum framførir. Susan og June siga, at øll er vælkomin inn á gólvið.