Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj Læknavakt

John William Joensen

Frá kl. 16 í dag verður øll læknavakt í Føroyum – uttan í Suðuroy og Sandoy – stýrd frá Landssjúkrahúsinum, skrivar heilsumálaráðið í tíðindaskrivið

Nýggj Læknavakt kemur í staðin fyri gomlu skipanina við vaktum hjá kommunulæknum.

Frá mánadegnum 16. apríl kl. 16.00 verður bara eitt nummar at minnast hjá borgarunum: 1870.

Vaktarskipanin hjá læknunum í Sandoy og Suðuroy verður tó óbroytt.

Endamálið við nýggju Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.

Læknavaktin virkar uttanfyri upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16.00 og 08.00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið.

Telefonin svarar altíð. Tað er tí ein stór ábót í mun til gomlu skipanina, tá borgarin stundum mátti ringja fleiri ymisk nummur og ofta ikki fekk svar beinanvegin. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar. 

Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og fáa úrslitini skjótt. Fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna eru vorðnar munandi betri.

Eisini bøtir skipanin munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum. Kommunulæknaskipanin hevur verið undir alsamt vaksandi trýsti í nógv ár. Kommunulæknarnir hava havt sera nógvar vaktir og hava verið bundnir av at hava vakt so ofta sum aðruhvørja nátt. Strævna arbeiðsbyrðan hevur gjørt, at tað hevur verið trupult at fáa kommunulæknar til størvini.

Læknavaktin virkar frá mánadegnum 16. apríl kl. 16 og fevnir um allar Føroyar uttan syðra partin: Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun.

Fyri at geva borgarunum stundir at venja seg við nýggju skipanina, fara gomlu numrini at virka eina tíð enn.

Læknavaktin er eitt úrslit av tøttum samstarvi millum Kommunulæknafelagið, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Almanna- og heilsumálaráðið.

Tórshavn, tann 16. apríl 2007

Almanna- og heilsumálaráðið