Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj mentanarhøll á Eiði

Helgi Abrahamsen

Leygardagin kl. 15 skipar Eiðis Kommuna fyri einum tiltaki, í sambandi við at nýggja Mentanarhøllin í bygdini verður alment tikin í nýtslu.

Mentanarhøllin er gamla fimleikarhøllin í skúlanum, sum nú er umbygd til at kunna hýsa ymiskum mentanarligum tiltøkum.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, sigur við Norðlýsið, at 4 venjingarhøli eru í høllini, har kór, bólkar og einstaklingar kunnu venja og eisini er eitt framførsluhøli, har 150 fólk kunnu sita.

“Ætlanin er, at høllin skal vera brúkt til so fjølbroytt endamál sum til ber. Til dømis verður hugsað um tónleik, listaframsýningar og annað,” sigur borgarstjórin.

Men eisini onnur tiltøku fáa rúm í nýggju høllini. Eitt av fyrstu tiltøkunum verður nevniliga, at EM-fótbóltur verður vístur á stórskíggja.

Fjølbroytt skrá leygardagin

Tað eru 2 ár síðani farið varð undir at umbyggja gomlu fimleikahøllina til mentanarhøll, og seinasta hálva árið hava musikkskúlin og onnur brúkt venjingarhølini.

Spurdur hvussu nógv høllin hevur kostað at byggja sigur Jógvan í Skorini, at tá alt er íroknað fer kostnaðurin at liggja onkrastaðni millum eina og tvær milliónir krónur.

“Á almenna tiltakinum leygardagin verða røður, felagssangur og framførslur á skránni. Millum annað hevur eitt kór av Eiði vant í ein mánað til tiltakið,” sigur Jógvan í Skorini.

“Umframt hetta verður eisini okkurt til matna,” sigur hann.

Tað verður kommunan sjálv, ið fer at taka sær av rakstrinum av Mentanarhøllini.

Harleyfacadeacryl