Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj nevnd fyri Mentanargrunn Landsins

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Mentamálaráðið: Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýggja nevnd fyri Mentanargrunn Landsins fyri næsta 4-ára skeiðið.

Í stýrinum sita fimm limir og 5 varalimir. Landsstýriskvinnan velur trý teirra sjálv, og tveir av limunum verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.

Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Frá 1. januar 2017 eru limirnir í Mentanargrunni Landsins hesir:

Formaður: Ingun í Skrivarastovu

Varalimur: Sissal Kampmann

Næstformaður: Annfinnur Heinesen

Varalimur: Dagfinn Olsen

Nevndarlimur: Gulla Øregaard

Varalimur: Kristina Joensen

Nevndarlimur: Urd Johannesen

Varalimur: Sunnvá Bæk

Nevndarlimur: Leif Hansen

Varalimur: Ivan Niclasen

Stýrið er sett fyri fýra ár, tíðarskeiðið er 1. januar 2017 til 31. desember 2020.

Mentamálaráðið

Harleyfacadeacryl