Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Talan er um eitt forum, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur. Nýggja nevndin varð vald á aðalfundi hjá felagnum. Í nevndini sita nú Bo Møller, Dánjal Samuelsen, Eiler Fagraklett og Laila Hentze.
Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Talan er um eitt forum, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur. Nýggja nevndin varð vald á aðalfundi hjá felagnum. Í nevndini sita nú Bo Møller, Dánjal Samuelsen, Eiler Fagraklett og Laila Hentze.
Hvat er eitt marknaðarfólk?
Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, søluleiðarar, samskiparar, ráðgevar og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.
6 x Marknaðartorg
Seks ferðir um árið verður skipað fyri einum marknaðartorgi við serfrøðingum, case stories og kjaktorgi fyri limunum. Eitt nýtt og tíðarhóskandi evni verður viðgjørt hvørja ferð. Í ár verða millum annað hesi evni viðgjørd: ung sum málbólkur, branded content, søla og marknaðarføring og hagtøl og marknaðargransking. Eisini verður spurningurin, hvørs marknaðarfólk nýtast at vera kreativ, settur í 2014. Við árs enda verður eisini skipað fyri virðislønarhandan og ársveitslu fyri vinnuni. Limir fáa harumframt fakblaðið Marknaðarrákið sendandi fimm ferðir um árið.
Lættari at gerast limur í felagnum
Á aðalfundinum hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk varð eisini samtykt at broyta verandi limagjald, nú fleiri smærri fyritøkur og einstaklingar, hava víst áhuga fyri felagnum. Limgjøld verða nú bólkað eftir umsetninginum hjá fyritøkuni, sum marknaðarfólkið starvast hjá. Einstaklingar kunnu nú eisini gerast limir í felagnum. Nýggir limir kunnu venda sær til Gallup Føroyar fyri at søkja um limaskap. Felagið hevur fingið Gallup Føroyar at taka sær av allari fyrisitingini hjá felagnum. Royndir vísa, at uttan eina vælvirkandi miðfyrisiting, detta líknandi feløg ofta niður fyri aftur. Tí fegnast felagið um góða samstarvið við Gallup Føroyar.
Nevndin hevur skipað seg
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Eiler Fagraklett (marknaðarfólk hjá Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón) er formaður og Bo Møller (marknaðarleiðari hjá FK), Dánjal Samuelsen (marknaðarleiðari í Elektron) eru vanligir nevndarlimir. Laila Hentze (Gallup Føroyar) er sett sum skrivari og samskipari hjá bæði nevndini og felagnum. Nevndin situr eitt ár í senn.




