Á eykaaðalfundi í Sp/f KÍ leygardagin valdu stuðlarnir Fríðin Ziskason, Tummas J. Lervig og Eyðstein Elttør í nevndina fyri partafelagið.
Seinastu tíðina hevur nevndin fyri Sp/f KÍ ikki verið fullmannað, men leygardagin varð hetta fingið upp á pláss.
Sp/f KÍ hevur uppgávuna at reka Formuladeild felagsins.
Eykaaðalfundur var í hølunum hjá KÍ um middagsleitið leygardagin, har nevndin varð mannað soleiðis:
Fríðin Ziskason, formaður
Tummas J. Lervig, nevndarlimur
Eyðstein Elttør, nevndarlimur
Nevndin samtykti síðan at seta Jóhann Lützen sum stjóra hjá partafelagnum.
Sum kunnugt er Tummas J. Lervig formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tað er tí sum eitt slag av einum eygleiðara, at hann er limur í nevndini fyri partafelagið.
– – –
Tað er ein royndur lutur, at tað er ein krevjandi uppgáva at reka KÍ og alt virksemið í og uttan um felagið, og tí er tað at fegnast um tey fólk, sum vilja gera eitt slíkt sjálvboðið arbeiði.
Í løtuni er uppgávan hjá nevndini at útvega tann neyðuga peningin til framhaldandi rakstur av Formuladeildini og at fyrireika komandi kappingarár.




