Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj nevnd skipað í Ung fyri Miðflokkin

Jóhann Lützen

Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund á Gamla Apotek í Tórshavn t. 14. novembur 2022. Her var ein nýggj nevnd vald, ið hevur skipað seg soleiðis:

 

Formaður: Aksel Kambsskarð Berg
Næstformaður: Martin Nysted Gardar
Skrivari: Markus Mortensen
Kassameistari: Rósa Tyril Gaardlykke
Nevndarlimur: Steffan Klein Poulsen
 

Í sambandi við at val liggur fyri framman, varð á aðalfundinum hjá UfM samtykt at virka fyri hesum átøkum:

  • At gerandisdagurin gerst lættari hjá ungum, lesandi og barnafamiljum m.a. við at lækka avgjøld á gerandisvørur, gera íløgur í lestraríbúðir og hækka lønirnar hjá lærlingum.
  • At sálarheilsan hjá ungum og børnum veruliga verður sett á dagskránnað og pengar settir av til málrættaða fyribyrging og viðgerð.
  • At rætturin til lív, sum tann mest grundleggjandi mannarætturin, verður staðfestur við lóg.
  • At allir føroyingar hava rætt til at liva og skipa sítt lív eftir egnari sannføring m.a. um guðstrúgv, politiskar áskoðanir og kynsligan samleika. Tó skulu vit standa saman um at verja siðbundnu fatanina av hjúnarbandi, kyni og kynslívi, umframt kjarnufamiljuna sum hornasteinin í samfelagnum.