Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj orkuverkætlan, Hetland – Føroya Tele

Oliver Joensen

Limafundur – Mikukvøldið 11. november 2009 kl. 19 skipar Føroyakt Hetlendskt Vinafelag fyri limafundi í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøta 16 í Havn.

Á skránni er fyrst kunning um felagið. Jóhan Hendrik W. Poulsen fer síðan at greiða frá brotum úr søgu og máli Hetlands og endurgeva úr grein eftir Jørgen-Frantz Jacobsen.
Fólk frá Sp/f RHESA fara at greiða frá stórari nýggjari orkuverkætlan, sum eisini fevnir um samstarv við hetlendsk virki.
At enda fer Páll H. Vesturbú, stjóri í FT-net at greiða frá aðrari stórari verkætlan, eini samskiftisverkætlan í Hetlandi, sum FT stendur fyri.

Allir limir eins og onnur áhugað eru vælkomin, og nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum. Upplýsingar um felagið eru á heimasíðuni www.faroe-shetland.org