Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj ræsifluga fyri Føroyar

biofar.fo

Hin 22. september varð ræsiflugan Drosophila hydei skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum. Nakrar flugur av hesum slagnum vórðu savnaðar inn úr einum kompostkassa í Leirvík. Starvsfólk á Biofar kundu staðfesta, hvønn bólk av Drosophila talan var um, og við hjálp frá serfrøðingi var neyva slagið staðfest

 

Hetta er aðru ferð, at eitt slag av ræsiflugu er skrásett í Leirvík, fyri fyrstu ferð í Føroyum. Í fjør var slagið Lordiphosa andalusiaca skrásett í viðarlundini.

Ræsiflugur (Drosophilidae) eru helst betur kendar frá útlendsku heitunum fruktflugur ella bananflugur. Hesar flugur verða javnan nýttar í samband við gransking innan arvalæruna. Eisini verða tær nýttar sum føði hjá smáum kelidjórum. Serstakt fyri hesar flugur er, at sáðkyknur teirra eru tær størstu í heiminum. Sáðkyknurnar hjá D. hydei eru 23 mm langar hóast flugan bert er um 3 mm til longdar. Til samanberingar eru sáðkyknurnar hjá einum mannfólki 0.05 mm langar. Sostatt eru tær hjá ræsifluguni heili 460 ferðir so langar.