Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj skaldssøga

Oliver Joensen

Nýggja skaldsøgan kallast “Bygdarmenning” eftir Andras Miðskarð úr Klaksvík og er komin út á egnum forlagi. Skaldsøgan má sigast at vera realistisk og leggur upp til nýggjar avbjóðingar, um at satsa, tora ella vilja.

Bygdarmenning er 224 blaðsíður og kostar 200 kr. Skaldsøgan kemur helst undir heitið “Sosial-realisme” ella á føroyskum samfelags-sannroyndarhugsan.
Til tygara kunning kann vera sagt frá, at í farnu øld kom bert ein skaldsøga út her í Norðoyggjum, sum er skrivað av Óla Dahl, lærara, sála. Hendan kom út í 1988 og kallast “Dælt er manni vitandi orð”, sum forlagið Fannir gav út.
Skaldsøgan hjá Andras, Bygdarmenning, er sostatt bert onnur í røðini av skaldsøgum her úr Norðoyggjum. Bygdarmenning er at fáa í øllum bókabúðum landsins og hjá forlagnum.
Hvat við fígging til eina so rúgvismikla skaldsøgu, nú tað verður upplýst at tín skaldsøga er onnur í røðini av skaldsøgum her úr Norðoyggjum?
Ein skuldi trú, at okkara myndugleikar, sum hava áhuga í mentanini, at teir góvu hollan stuðul, men soleiðis er bara ikki.
Tað eru mínar royndir sum rithøvundur. Hetta er eisini mín fjórða bók, sum kemur út. Tað er eisini ógvuliga ymist, hvussu ein verður stuðlaður. Men mentanargrunnur Landsins hevur altíð veitt stuðul, teirra stuðul hevur ligið á umleið 10% av samlaða kostnaðinum til hvørja bók.
Til hesa bókina er stuðulin kr. 6.000,- Eisini havi eg søkt privatar fyritøkur og stovnar um stuðul. Tað gevur eisini nakað. Men mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð hevur ongantíð stuðlað beinleiðis, men teir hava í staðin keypt í mesta lagi 10 eintøk av hvørji bók.
Men tá eg gav bók út seinast, kundi býráðið bert keypa 5 bøkur. Men fyri kortum frætti eg frá mentanarnevndini hjá klaksvíkar býrað, har skrivarin John Færø svarar, at býráðið ikki kundi keypa nakra bók, tí játtanin hjá teimum var brúkt.
So sigast má, at mentanarliga er kommunan í trongum skóm.
Tó skal sigast frá mentanarnevndini, hjá Tórshavnar Býráð, at teir hava stuðlað mínum forlagi.
Annars havi eg fíggja bøkurnar við lántøku. Tað verður eisini gjørt hesaferð, so prentsmiðjan fær sín pening, sigur Andras Miðskarð í tíðindaskrivi til Norðlýsið.

Harleywoodpaint