Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj skeið og útbúgvingar

Hannefíða Joensen

Síðani reklamuvirkið Grafia fyrr í ár flutti út í nýggju snotuligu hølini í Gamla Seglhúsinum við Klaksvíksvegin í Klaksvík, er virksemið vorði munandi størri og sum nakað nýtt kunnu vit í Gamla Seglhúsinum nú eisini bjóða eina dygdargóða viftu av viðkomandi førleikamennandi skeiðum og stytri útbúgvingum. Dentur verður lagdur á at hava eitt høgt støði, bæði tá ið talan er um undirvísarar og innihald.

Nýggj og spennandi tilboð innan styttri útbúgvingar eru nevndarútbúgvingin og mediatorútbúgvinging. Nevndarútbúgvingin telur 6 modulir og gevur tær møguleikan at nema nærri kunnleika um virðisskapandi nevndararbeiði. Endamálið við nevndarútbúgving er at fáa nýggjan íblástur til nevndararbeiði, soleiðis at tú kanst hava ein virknan leiklut at menna eina fyritøku, stovn ella felagsskap.

Mediatorútbúgvingin, sum eisini er eitt av okkara nýggju tilboðum er eitt intensivt skeið í mediatión og konfliktmekling. Útbúgvingin vendir sær til tín, ið hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, at tosa, lurta og samráðast og sum hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt.

Nærri kunning og upplýsingar kunnu heintast við at vitja heimasíðuna www.gamlaseglhusid.fo. Ein dagførd skeiðs- og útbúgvingarætlan er altíð at finna á heimasíðuni og koma vit støðugt at víðka um skeiðs- og útgúgvingartilboðini.

Gamla Seglhúsið hevur eitt sera hugnaligt og vælegnað fundarhøli, sum kann nýtast til fundir, skeið, framløgur og smærri móttøkur. Hølið er snøggliga innrættað eftir søguligum sniði og er uml. 30 fermetrar til støddar. Innbúgvið er nýtímans, men samanrenningin millum gamalt og nýtt tekur seg sera væl út. Hølini eru somuleiðis væl útgjørd við allari nýtimans tøkniligari útgerð.

Til størri móttøkur ella tiltøk, er tað møguligt at leiga allan bygningin. Eisini er tað møguligt hjá Gamla Seglhúsinum at fyriskipa mat og drekkivørur vm. í samráð við leigaran.

Vitja: www.gamlaseglhusid.fo

Harleywoodpaint