Leygarkvøldid verdur ein forvitnislig songkvinna at hoyra í Klaksvík.
Tað er Anna Nygaard av Glyvrum, ið gjørdist Ársins songrødd í ár, sum kemur at framføra í Víkafe.
Anna vann ein sannførandi sidur, í kappingini um Ársins songrødd 2008 við sanginum “Baby I love you”, ið vit eisini kenna frá Arethu Franklin.
Anna hevði eina sera góða framførslu á Eystanstevnuni, har mong hoyrdu Annu fyri fyrstu ferð. Nú fáa norðoyingar so høvi til at hoyra hesa nýggju og spennandi songrøddina, sum syngur Soul og Jazz klassikarar.
Hon kann m.a. hoyrast her:
http://www.youtube.com/watch?v=Gfsp54L97ng




