Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj spillivatnsskipan í Árnafirði

www.klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna hevur tikið av tilboði um arbeiðið við nýggju spillivatnsskipanini í Árnafirði. Nú byrjar arbeiðið sum skjótast.

Í samband við, at nýggja spillivatnsskipan verður gjørd í Árnafirði í næstum, varð lisitatión hildin í býráðshøllini 17. sept 2015.

Inn komu tvey tilboð:
Kanjon: 1.735.315 kr
Sp/f á Brekku v/Gunleif Joensen: 2.205.950 kr

Klaksvíkar kommuna hevur tikið av tí lægra tilboðnum, sum lá tætt við metta kostnaðin.

Ætlanin er nú, at Kanjon skal byrja arbeiðið beinavegin og verður roknað við, at arbeiðið kemur at taka umleið eitt hálvt ár.