Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways váttar at nýggj kós (strategi) fyri felagið verður kunngjørd í næstu viku og hann váttar at felagið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við danska flogfelagið JET-TIME sum skal flúgva leigutúrar fyri Atlantic Airways.

–Eg kann vátta at nýggj strategi fyri felagið verður kunngjørt sum ætlað hálvan juni og at hetta verður í komandi viku. Meira fái eg ikki sagt í løtuni, sigur stjórin í Atlantic Airways í stuttari viðmerking.
Sum Norðlýsið skilir verður ætlanin kunngjørd mikudagin og tað eru fleiri sum vanta at felagið ferð at lækka prísin á ferðaseðlum, men tað hevði stjórin onga viðmerking til.
Sum skilst verður nýggja kósin kunngjørd mikudagin.