Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj tannklinikk á Toftum

Oliver Joensen

Tannlæknin Husam Alweshahi, helst betur kendur undir navninum Sam, bjóðar nú, saman við Hallfríð Kjeld, tannlæknatænastu og tannrøkt á Toftum.

Tannlæknin Husam Alweshahi, helst betur kendur undir navninum Sam, bjóðar nú, saman við Hallfríð Kjeld, tannlæknatænastu og tannrøkt á Toftum.

Tey eru helst mong, ið kenna Sam væl, hann er giftur føroyisku Árnu og hevur búð í Føroyum nú í 10 ár. Tey búleikast í Gøtu, men Sam arbeiðir hjá skúlatannlæknanum í Klaksvík, her hann er vælkendur, eisini hevur hann arbeitt á tannklinikkini í Hvalvík hjá Oddmar Færø í meira enn fýra ár.

Eg hitti konu mína í USA, og vit avgjørdu at flyta til Føroyar. Nú er tað soleiðis, at eg havi gingið á tannlæknaskúla í fimm ár í Syria. Tá eg so skuldi byrja í Føroyum, so var millum annað sett mær sum treyt, at eg skuldi læra danskt, og tað havi eg lært meg, í hvussu so er so mikið væl, at eg havi staði royndina sum krevst, onkur onnur skeið vóru eisini, sum eg skuldi taka fyri at kunna arbeiða sum tannlækni.

Men vit byrja varisliga. Tá eg sigið vit, so er tað tí, at Tannklinikkin á Toftum eisini fer at veita tannrøkt, og tí arbeiðinum fer Hallfríð Kjeld at standa fyri. Hallfríð, ið er tannrøktari fer at hava Tannklinikkina opna allar vikudagar frá 8-16. Sjálvur fari eg framhaldandi at arbeiða tríggjar dagar á skúlatannlæknastovuni í Klaksvík.

Týsdagur og hósdagur fara at vera ”toftadagar” hjá mær, teir dagarnar arbeiðir Hallfríða saman við mær sum klinikkassistentur, ímeðan hon mánadag, mikudag og fríggjadag tekur sær av tannrøktini. Tað er nevniliga so, at tannrøktarin røkir tenninar hjá tær leypandi, og um tannrøktarin sær at tørvur er á tannlækna, so skipar hon fyri tíð hjá mær.

Sum eg segði, so byrja vit varisliga, so vil tíðin vísa hvussu stórur tørvurin er, sigur Husam Alweshahi, tannlækni at enda.

Harleyfacadeacryl