Í dag læt Telebúðin hjá Føroya Tele á Tvøroyri upp í nýggjum hami.
Í dag læt Telebúðin hjá Føroya Tele á Tvøroyri upp í nýggjum hami.
“Fyri okkum er sera umráðandi at vera ein sterkur partur av býarmyndini á Tvøroyri og vinnulívinum í Suðuroy, og tí eru vit sera glað um at bjóða suðuroyingum ein meiri tíðarhóskandi handil,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Síðstu vikurnar hevur telebúðin virka í hølunum aftanfyri vanliga handilin, tí arbeitt hevur verið við umvæling av hølunum. Í dag læt Telebúðin so uppaftur í nýggjum og ljósum hølum.
Føroya Tele fór fyri hálvum øðrum ári síðani undir at endurnýggja allar sínar handlar. Higartil eru handlarnir í Tórshavn, Klaksvík og Runavík endurnýggjaðir, og nú stóð Tvøroyri fyri tørni.
Serligu upplatingartilboðini hava gjørt, at hópur av fólki hevur staðið og bíðað til handilin opnaði.




